Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Christopher Edge

    Christopher Edge er enskur rithøvundur. Hann vaks upp í Manchester og brúkti nógva tíð á bókasavninum, tí hann var so bitin av søgum.
    Hann las enskt á universiteti, arbeiddi síðan í einari plátuhandli, síðan sum lærari í enskum og at enda á einum forlagi. Síðan 2007 hevur hann verið ráðgevi innan fyri útgávuvirksemi og útbúgving. Hann hevur arbeitt í felagsskapum sum Booktrust og á Oxford University Press, har hann roynir at geva børnum íblástur til bæði at lesa og at skriva sjálvi.
    Hann býr nú í Glouchester við konu og tveimum børnum, og honum dámar framvegis at ganga á bókasavn at leita eftir søgum.

     

    Útgáva:

    2018 Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu!

     

    Heimasíða

     


    Útgávur