Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Kitty Crowther

    Kitty Crowther er belgiskur myndprýðari og rithøvundur. Hon er fødd 4. apríl 1970 í Brüssel. Hon og maðurin búgva í Blanmont við tveimum synum.
    Hon las grafiska list á Institut Saint-Luc í Brüssel. Hon bæði skrivar og myndprýðir sínar egnu bøkur og myndprýðir fyri aðrar rithøvundar.
    Hennara fyrsta bók kom út í 1994, og hon hevur higartil skrivað út ímóti fjøruti bøkur.
    Myndir hennara eru eyðkendar av verum úr søgum og ævintýrum. Hon endurnýggjar tær og letur tær møta okkara modernaða lívi. Tema, ið koma aftur og aftur, eru einsemi og at taka ræði á egnum lívi. Bøkurnar eru eyðkendar av realistiskum álvara og ævintýrum av sálarfrøðisligum dýpdum.. Myndirnar hava sera nógv at siga fyri søguna. Hon brúkar penn, blýant, litblýantar og akvarell og hevur ein karikeraðan, kenslusaman, eitt sindur naivistiskan stíl.
    Hon hevur myndprýtt søguna Vætturin, sum Astrid Lindgren hevur skrivað, og sum Bókadeildin endurútgav í 2013.

     

    Útgáva:

    2018 Søgur um náttina

     

    Ummæli:

    Susanna Ekström: Sagor om natten. Opsis barnkultur. nr 3/2017

     

    Heiður:

    2010 Astrid Lindgren Priset

     


    Útgávur