Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Beatrix Potter

    1866-1943

     

    Beatrix Potter er enskur barnabókarithøvundur og myndprýðari, serliga kend fyri at hava skapað Petur kanin og aðrar djórafigurar.
    Hon varð fødd í Kensington í London, vaks upp uttan at hava samband við onnur børn og fekk heimaundirvísing av guvarnantum. Í staðin fyri at spæla við børn spældi hon við dýr, kaninir, froskar, salamandrur, ja enntá eina flogmús. Hon kundi eygleiða dýrini í tímavís og tekna tey, og so við og við hevði hon lært seg kynstrið at tekna.
    Roynt var at fáa hana inn á skúlan Royal Botanical Gardens í Kew, men tað var henni noktað, tí hon var genta.
    Hon gjørdist seinni kend um alt Ongland sum serfrøðingur í soppum. Í 1897 legði mammubeiggi hennara úrslit hennara av granskingini, hon hevði gjørt, fyri Linnean Society, tí sum konufólk slapp hon ikki at luttaka á fundum hjá felagsskapinum. Í 1901 hevði hon teknað 270 vatnlitsmyndir av soppum, sum eru til skjals á savni.
    Hon stríddist nógv fyri at sleppa at geva søgurnar um Petur Kanin út, men ikki fyrr enn í 1902 eydnaðist tað henni, tá var hon 36 ára gomul.
    Tilsamans skrivaði Beatrix Potter 23 bøkur.

     

    Útgávur:

    2003 Kennir tú Dunnubillu?
    2003 Kennir tú kettlingin Frísa?
    2003 Kennir tú Petur Kanin?
    2003 Kom og spæl Petur Kanin!
    2003 Petur Kanin Bókin við putlispølum
    2003 Petur Kanin Fingradukkubók
    2003 Petur Kanin og litir
    2003 Soleiðis eru vit Petur Kanin
    2007 Petur Kanin sigur …
    2011 Hvat er klokkan, Petur Kanin?
    2013 Klemma meg.
    2017 Tríggjar lítlar kaninir
             Alt um Petur

     


    Útgávur