Mariangela Di Fiore er norskur rithøvundur, fødd 15. november 1981.
Hon hevur lisið bókmentir á universitetinum í Oslo og leikhandritaskriving í Kalifornia í Los Angeles.
Hon var bara 17 ára gomul, tá fyrsta bókin kom út. Serliga kend er hon fyri Camorraland, sum kom út í 2010, sum skjalprógvar hendingina, tá hon hitti mafiafelagsskapin Camorra í Napoli.
Hon hevur arbeitt nógv við tónleiki og við leikforminum commedia dell´arte.
Útgáva:
2016 Safaripápi