Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Astrid Lindgren

    1907-2002

    Astrid Anna Emilia Lindgren f. Ericsson var fødd 14. novembur 1907 á garðinum Näs í Vimmerby í Smálandi í Svøríki.
    Í 1926 flutti hon til Stockholm og lærdi seg maskinskriving og stenografi.
    Í 1931 giftist hon við Sture og fær nýtt eftirnavn: Lindgren.
    Astrid fortelur um gentuna Pippi Smokkulegg fyri dóttur sínari Karin, og tá ið Karin fyllir 10 ár í 1944 gevur Astrid henni søgur um Pippi í føðingardagsgávu og sendir samstundis avrit av handritinum til forlagið Bonnier. Við Margareta Strömstedt, sum hevur skrivað um Astrid Lindgren, sigur hon, at hon endaði brævið til forlagið við orðunum:

    ”I förhoppning att ni inte alarmerar barnvårdsnämden”

    Sama ár vinnur hon aðru virðisløn í kapping hjá nýstovnaða forlagnum Rabén & Sjögren fyri ungdómssøguna: Britt-Mari lättar sitt hjärta.
    Hon fer í holt við at umskriva handritið um Pippi og sendir Rabén & Sjögren tað til eina kapping um søgur til 6-10 ára gomul børn, og hon vinnur kappingina.
    Síðan koma bøkurnar frá Astrid slag í slag og verða nógv fagnaðar.
    Tá ið hon fekk týska heiðursløn í 1978, skrivaði hon taluna Aldrig Våld!. Tá ið fyriskipararnir høvdu lisið taluna, har hon samanber harðskap í heima við hús við harðskap framdan sum heild í heiminum, varð henni noktað at halda taluna. Astrid Lindgren segði, at um so var, fór hon ikki til heiðurlønarhandanina. Hon slapp at halda taluna, og árið eftir varð lóg viðtikin í svenska ríkdegnum, sum bannaði likamliga revsing av børnum.
    Astrid Lindgren doyr 94 ára gomul í 2002 í heimi sínum í Stockholm.
    Ein altjóða barna- og ungdómsbókmentavirðisløn verður stovnsett til minnis um Astrid Lindgren.

     

    Útgávur:

    1978 Emil úr Lønnebergi
    1981 Vætturin
    1986 Børnini í Dundurdali
    1987 Meira um børnini í Dundurdali
    1988 Vit hava tað stuttligt í Dundurdali
    1993 Pippi Langsokkur
    1994 Jólafrí er gott hugskot
    1995 Hygg Dikka, hygg, tað kavar!
             Pippi fer um borð
             Sparum ei, segði Emil úr Lønnibergi
    1996 Emil í Lønnibergi
             Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd
    1997 Dikka hjá okkum
             Lotta í Brakarastræti
             Kennir tú Pippi Langsokk?
             325. skálkabrøgd Emils
    1998 Dikka og tey á Junifløtti
    1999 Pippi í Suðurhøvum
    2000 Pippi heldur føðingardag
    2003 Mirabell
    2005 Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni
    2007 Søgur úr Dundurdali
    2009 Emil og Ida í Lønnibergi
    2010 Pippi finnur ein spunk
             Eingir ránsmenn eru í skóginum
    2011 Hann sjálvur Emil
             Tá ið Emil skuldi taka tonnina hjá Linu
    2013 Vætturin
    2015 Pippi fer at keypa
    2016 Børnini í Brakarastræti
    2017 Revur og jólavættur
             Bókin um Pippi Langsokk
             Mio, mín Mio
    2018 Kennir tú Pippi Langsokk?
             Brøðurnir Leyvuhjarta
             Ronja ránsmansdóttir
    2020 Pippi Langsokkur - sniðskorin
             Tríggjar søgur um Pippi Langsokk

     

    Umrøða/ummæli:

    Margareta Strömstedt: Astrid Lindgren – en levnadsteckning. Rabén & Sjögren 1977
    Birgir Kruse: Pippi á palli. Sosialurin 21. oktober 2000
    Anna Maria Hagefors: Århundradets Astrid. 2002
    Ann-Christine Snickars: Jag vill ha en mamma Och en pappa. Och en filosof. Nordisk Litteratur 2003
    Adele Duus: Rabulist i store sko - komedie, modernisme og realisme i Pippi Langstrømpe. Høvuðsritgerð við Bergen Universitet 2004
    Lotta Olsson: Jag hälsar eder, kära små rutiga barn! Opsis Kalopsis 1/mars 2008
    Karin Nyman: My mother Astrid Lindgren, and the night  I named Pippi Longstocking. The Guardian 7. november 2016
    Søren Fanø: Ræven og nissen. Bogbotten.dk 11.desember 2017
    Agnes Wold: Varför finns det inga fega människor i Astrid Lindgrens värd? Opsis Kalopsisnr 1/2020
    Nathan Hamelberg: Spänning vid första ögonkastet. Opsis Barnkultur nr 3/2020

     

    Heiður:

    1945 Svenska Dagbladets Litteraturpris
    1950 Nils Holgerson-plaketten
    1956 Deutscher Jugendlitteraturpreis
    1958 H.C.Andersen medaljen
    1971 Svenska Akademiens stora guldmedalj
    1978 Týska bókahandlara friðarprísin
    1986 Stiftelsen Selma Lagerlöfs litteraturpris
    1987 Tolstojmedaljan
    1994 The Right Livlihood Award
    1997 Mensapriset

     

    Heimasíða:

    www.astridlindgren.se

     


    Útgávur