1881-1942

Stefan Zweig var rithøvundur úr Eysturríki. Hann var sera kendur í tjúgunum og tríatiárunum, men er síðan deyða sín vorðin minni kendur.

Zweig var føddur í Wien; las heimsspeki og bókmentasøgu og var við í avantgardisku Jung-Wien rørsluni.

Zweig var av jødiskum uppruna, men jødisk trúgv hevði ikki so nógv at týða fyri hann. Sjálvt um stuttritgerðir hansara vóru útgivnar á Neue Freie Presse, har ritstjórin var navnframi zionistaleiðarin Theodor Herzl, var Zweig ikki partur av jødisku nationalismuni.

Men av tí at hann var av jødiskum uppruna, noyddist hann at flýggja úr Eysturríki í 1934, vegna tað at Hitler tók valdið í Týsklandi tá. Tónaskaldið Richard Strauss royndi at verja Stefan Zweig, við m.a. at nokta at taka navn hansara burtur av plakatunum til frumframførsluna í Dresden av operani Die schweigsame Frau, har Zweig hevði skrivað liberettoina. Tað hevði við sær, at Hitler noktaði at koma til frumframførsluna, sum annars ætlanin var, og operain varð bannað, tá ið hon hevði verið framførd tríggjar ferðir.

Zweig búði síðan í Onglandi. Eftir at 2. heimsbardagi brast á, fór hann úr Onglandi og endaði dagar sínar í Brasil, har hann og konan, Charlotte Elisabeth Altmann, tóku lívið av sær av vónloysi um framtíðarútlitini fyri Evropa og evropeiska mentan.

Umframt skaldsøgur og stuttsøgur, skrivaði Stefan Zweig nógvar ævisøgur, m.a. um Marie Antoinette, Paul Verlaine, Balzac og Mary Stuart.

Kenda stuttskaldsøgan Schachnovelle er týdd til føroyskt og eitur Talvsøga. hon er um ein mann, ið gerst fullkomiliga burtur í talvi, meðan hann situr fangi hjá Gestapo. Týðarin er Axel Tórgarð.

 

Útgávur:

1982 Hitt ósjónliga savnið í Firvaldsfikkuni Minnisvarðin

 

Ummæli/umrøða:

S.F: Rivin leysur úr øllum rótum. Viðskerin 26

 

Stefan Zweig

 

Minnisvarðin

3. firvaldsfikka við stuttsøgum.

3. firvaldsfikka við stuttsøgum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo