1890-1949
Robert Ripley var amerikanskur teknari, amatør antropologur og virkiseigari.
Hann varð føddur í Santa Rosa í Kalifornia, hevði sera stóran áhuga í baseball, men noyddist at gevast at spæla vegna ein skaða.
Hann arbeiddi sum teknari og skrivaði ymiskt í bløðum og tíðarritum, men gjørdist ikki kendur fyrr enn hann fór undir at skriva um serlig fyribrigdi við heitinum Believe it or not!
Í 1922 fór hann fyrstu ferð sína um heimin fyri at skriva um sovorðið, sum hann helt vera nakað heilt serligt og hugtakandi. Hann fekk seinni samband við útgávurisan William Randolph Hearst, sum gjørdi, at Ripley gjørdist kendur í fleiri londum.
Ripley hevði stóra ávirkan; 3. November 1929 skrivaði hann: trúgv tí ella ei! men Amerika hevur ongan tjóðasang. Hetta hevði við sær, at forsetin Herbert Hoover í 1931 gjørdi av, at The Stars Sprangled banner skuldi vera amerikanskur tjóðsangur.
Ripley víðkaði alla tíðina um virksemi sítt; í 1930 fór hann at senda upptøkur í útvarpi, sum vóru tiknar ymsa staðni frá úr heiminum og sum hugtóku fólk almikið og í 1932 lat hann fyrsta savn sítt The Odditorium upp í Chicago og nøkur ár seinni vóru slík søvn at finna í fimm øðrum býum í USA og New York Times hevði kosið hann at vera best umtókta mann í landinum.
Í 1948 fór Trúgv tí ella ei! at ganga sum sjónvarpsrøð, ein sera djørv avgerð, av tí at so fá fólk tá áttu eitt sjónvarp. Stutt aftaná hetta gjørdist Robert Ripley sjúkur og doyði. Hildið verður at hann man hava vitjað yvir 200 ymisk lond í livitíð sínari.
Ripley er mangan vorðin ákærdur fyri at vera lygnari ella at gera alt ov nógv av, men greitt er at hann hevði nógv fólk í starvi, sum bara høvdu sum arbeiði at eftirkanna pástandir hansara.
Í dag er fyritøkan ein sera umfatandi, hon  eigur part av t.d. vokssøvnunum hjá Luis Tussaud og Guinnes, umframt at hon sjálv hevur Ripleysøvn um allan heim.

 

Útgávur:
2008 Leitingin eftir skorpnaðum høvdum.

 

Heimasíða:
www.ripleys.com

 

Robert Ripley

 

Leitingin eftir skorpnaðum høvdum

Robert Ripley eigur hugskotið til bøkur...

Robert Ripley eigur hugskotið til bøkur og søvn um øll heimsins undur.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo