1892-1973

Pearl S. Buck var amerikanskur rithøvundur. Hon búði barnaárini í Kina, av tí at pápin og mamman vóru trúboðarar har.

Tá ið hon hevði tikið útbúgving í USA, fór hon aftur til Kina at virka sum trúboðari. Seinni búsettist hon í USA.

Tær báðar kendu skaldsøgurnar The Good Earth og East Wind-West Wind hava báðar evni úr Kina.

Í barnabókum leggur hon dent á at fáa fram, at børn líkast, uttan mun til hvaðani tey eru ættað.

 

Útgávur:

1980 Silvurfirvaldurin í Firvaldsfikkuni Silvurfirvaldurin

 

Ummæli/umrøða:

Pearl S. Buck. Frank N. Magill: Great Women Writers. Robert Hale-London 1994

Peter J. Conn: Pearl S. Buck: A cultural Biography. Cambridge University Press 1996

 

Heiður:

1932 Pulitzer heiðurslønin

1938 Nobelheiðursløn í bókmentum

 

Heimasíða:

www.psbi.org 

 

Pearl S. Buck

 

Silvurfirvaldurin

Fyrsta firvaldsfikka av fimm við stutts...

Fyrsta firvaldsfikka av fimm við stuttsøgum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo