Michael Bond er enskur rithøvundur, føddur í Newbury, Berkshire í Onglandi 13, januar 1926 og býr nú í London, tætt við Paddington støðina. Michael Bond fór at skriva í 1945 og fekk sína fyrstu søgu á prent í einum tíðarriti kallað London Opinion. Hann hevði ikki ætlað sær at skriva fyri børnum, men eftir at verða biðin um at skriva ein sjónvarpsleik til børn, fór hann undir hetta.
Fyrsta barnnabókin var A Bear called Paddington, og hon kom út í 1958. Hesa tíðina starvaðist Michael Bond sum kameramaður í BBC. Eftir at hava skrivað fyrstu bókina um Paddington, gjørdist Michael so bitin av hesum, at hann helt fram at skriva til børn, og í 1967 vóru bøkurnar so væl umtóktar, at tað gjørdist møguligt hjá honum at vera rithøvundur burturav og gevast at arbeiða á BBC.
Hóast Michael Bond hevur skrivað so mangt annað enn bara søgur um Paddington, so er tað tær søgurnar, vit seta hann í samband við. Søgurnar um bjørnina úr myrkasta Peru eru gjørdar til myndabøkur, klaffabøkur, hann hevur verið á palli og í sjónvarpi. Ummælarar siga, at tað, sum ger Paddington so serliga, eru evnini at koma sær upp í trupulleikar, fyri síðan at snúgva sær burtur úr teimum aftur, uttan at nakar er komin til skaða. Paddington er eisini vorðin til leiku, hann hevur verið myndevni á frímerki, og í 2000 varð ein bronzustandmynd av henni sett upp á Paddington støðini í London.


Útgávur:
2009 Paddington

 

Umrøða:
Nicholas Lezard: Classic of the Month: A Bear called Paddington by Michael Bond. Guardian 19. januar 2005
Richard Lea: Paddington Bear faces questions of asylum status. Guardian 11. des. 2007

Roslyn Suclas: Paddington´s Forebear: A talk with Michael Bond. The New York Times 14. januar 2015

 

Heimasíða:
www.paddingtonbear.co.uk

 

Michael Bond

 

Paddington

Um bjørnina, sum kom úr myrkasta Peru o...

Um bjørnina, sum kom úr myrkasta Peru og endaði á Paddington støðini í London.  


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo