Lucy Maud Montgomery

1874-1942

L. M. Montgomery var kanadiskur rithøvundur og er serliga kend av bókini Anna á Grønafløtti.

Hon var fødd í New London í Kanada, hon var lítil, tá ið mamman doyði og vaks tí upp hjá ommu og abba sínum. Hon byrjaði tíðliga at skriva dagbók. Tá ið hon var 10 ár, fann hon útav, at hon dugdi at skriva yrkingar.

Hon gekk á Dalhouse University í Halifax og las enskar bókmentir. Síðan arbeiddi hon sum lærari og helt fram at skriva. Í 1908 kom fyrsta bókin út, sum var Anna á Grønafløtti. Hildið verður at hon byggir á hennara egnu søgu.

 

Útgáva:

2016 Anna á Grønafløtti

 

Umrøða:

Samantha Ellis: Ten Things Anne of Greengables taught me. The Guardian 19. mai 2017

 

Lucy Maud Montgomery

 

Anna á Grønafløtti

Klassiska søgan um Annu á Grønafløtti, ...

Klassiska søgan um Annu á Grønafløtti, sum mary Sebag-Montefiore endursegði.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo