Jill Murphy er enskur rithøvundur og myndprýðari. Hon er fødd 5. juli 1949 í London og uppvaksin har.

Hon hevur gingið á Chelsea Art School og Croydon Art School. Tvey ár seinni gjørdi hon søguna The Worst Witch lidna, men fekk onki forlag at geva hana út. Í 1970, tá hon var 24 ár, fór hon til forlagið Alison and Busby, sum beinanvegin játtaði at geva bókina út. Hon varð prentað í 5000 eintøkum, og Jill Murphy minnist, at hon hugsaði, hvussu nógvar mostrar, fastrar, morbrøður og farbrøður, hon átti, sum kundu keypa bókina, og hvat fór at henda við øllum hinum, sum lupu av. Tað vísti seg tó, at børn tóku sera væl ímóti bókini, og hon var útseld longu eftir tveimum mánaðum.

Jill Murphy er eisini væl kend fyri myndabøkur um eitt fílahúski. Bókin Five Minutes Peace hevur fingið nógvar heiðurslønir.

 

Útgáva:

2017 Í dýrastu neyð

 

Heimasíða:

http://www.jillmurphy.moonfruit.com/

 

Jill Murphy

 

Í dýrastu neyð

Nina skal hjálpa mammu sínari, tá tær f...

Nina skal hjálpa mammu sínari, tá tær fara at keypa. Men tá hon sær grísakakuna, vil hon hava hana ... og hon vil hava hana N&Uac...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo