1660-1731

Daniel Defoe var enskur rithøvundur, serliga kendur frá bókini um Robinson Kruso í 1719.

Daniel Defoe var sera virkin politiskt; hann var við í uppreistri móti enska konginum James 2. og mátti liva í útlegd í trý ár fyri tað. Hann var eisini fongslaður fyri at skriva The shortest way with dissenters í 1702. Hann var av samtíð sínari hildin at vera ísakaldur blaðmaður.

Í 1724 skrivaði hann The great Law of Subordiantion Considered, sum var ein bók um, hvussu ein eigur at bera seg at móti tænastufólkum.

Bókin Robinson Kruso kom út á føroyskum á fyrsta sinni í 1914. Sverre Patursson týddi hana til føroyskt og Noregs Ungdomslag gav hana út.

 

Útgávur:

1990 Robinson Kruso

 

Ummæli/umrøða:

j.m.k.: Eitt sindur um bókina Robinson Crusoe. Barnablaðið nr. 8, august 1959

Turið Sigurðardóttir: Eftirmæli í Robinson Kruso

Poul S. Nybo: Imperialistur og rasistur og – kortini – humanistur. Dimmalætting 15. desember 1990.

Jenny Johannessen: Crusoe as we know him and love him

 

Daniel Defoe

 

Robinson Kruso

Søgan um Robinson Kruso er bygd á eina ...

Søgan um Robinson Kruso er bygd á eina sanna søgu um skotska sjómannin Alexander selkirk, sum sigldi á Kyrrahavinum og í sinnismuni kravd...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo