Clive Staples Lewis var føddur í Belfast í Norðurírlandi 2. november 1898 og doyði 22. november 1963.

Hann tók útbúgving á University College í Oxford, tók prógv í grikskum og latínskum bókmentum í 1920, í heimspeki og fornsøgu í 1922 og í enskum í 1923.

Hann var universitetslærari í enskum máli og bókmentum á Magdalen College í Oxford frá 1925 til 1954.

C. S. Lewis kendi væl rithøvundan J. R. R. Tolkien, og teir og fleiri aðrir hittust hvørja viku í einum bólki við navninum The Inklings. Hesin felagsskapur byrjaði í 1933 og vardi líka til 1949.

Kristindómur hevði stóra ávirkan á C. S. Lewis, og hann myndaði eisini skaldskap hansara, sum telur meira enn tretivu bøkur, serliga barnabøkur, fantasybøkur og bøkur um átrúnað.

Kendastar av bókum hansara eru: Out of the Silent Planet, 1938, The Screwtapes Letters, 1942, Søgur úr Narnia, 1950-56, Berur Kristindómur, 1952 og The Four Loves, 1960.

 

Útgávur:

1998 Ljónið, gívurin og klædnaskápið

2005 Systirsonur gandakalsins

2005 Leyvan, gívurin og klædnaskápið

2006 Hesturin og drongurin

2006 Kaspian kongssonur

2007 Ferðin við Morgunvallaranum

2009 Silvurstólurin

2010 Hin seinasti bardagin

 

Ummæli/umrøða:

Carl Jóhan Jensen: ”Til tykkum, sum vara av teimum yngru lesarunum” (formæli í Ljónið, gívurin og klædnaskápið)

Lotta Olsson: In i landet Narnia. Dagens Nyheter 19. desember 2005

Rowan Williams: Why did C. S. Lewis write Narnia? Publishers Weekly 8. mars 2013

 

Heiður:

1956 Carnegie Medal

 

 

 

C. S. Lewis

 

Hin seinasti bardagin

Sjeynda bókin í røðini um Narnia ... ha...

Sjeynda bókin í røðini um Narnia ... har lygnir ala fram ótta ... har trúfesti skal standa sína roynd ... har øll vónin...

Silvurstólurin

Sætta bókin í røðini um Narnia. Land...

Sætta bókin í røðini um Narnia. Landið, har risar skapa ruðuleika, har óndskapur rúnarbindur øll og har alt kann hen...

Ferðin við Morgunvallaranum

Lovisa og Edmundur og systkinabarnið Eu...

Lovisa og Edmundur og systkinabarnið Eustace standa og hyggja at einari mynd av einum skipi, og knappliga verður myndin livandi og ikki nóg mikið við t&iacu...

Kaspian kongssonur

Narnia, har djórini tosa, har trøini ga...

Narnia, har djórini tosa, har trøini ganga, har ein bardagi er við at taka seg upp.

Hesturin og drongurin

Narnia, har hestar tosa, har svikagerði...

Narnia, har hestar tosa, har svikagerðir verða bryggjaðar, har lagnan bíðar.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo