1929-1945

Anna Frank var fødd í Frankfurt í Týsklandi. Hon var av jødiskari ætt ,og familjan mátti tí flyta til Amsterdam í 1933 fyri at sleppa undan vaksandi nasistiska áganginum í Týsklandi.

Ágangurin móti jødum í Niðurlondum vaks eisini, eftir at landið varð hersett av týskarum, og tí máttu tey fjala seg fyri teimum. Í juli 1942 noyddust tey at búgva í fjaldum rúmum í bygninginum, har pápin Otto Frank hevði arbeitt.

Tvey ár seinni tann 4. august 1944 vóru tey avdúkað og flutt til týningarleguna Auschwitz. Har blivu menn og kvinnur skild sundur og sóu einki til hvønn annan meira. Í oktober sama ár vóru Anne, systirin Margot og Augusta von Pels, sum eisini hevði goymt seg saman við teimum, fluttar til Bergen Belsen.  Mamman, Edith Frank var verandi eftir í Auschwitz. Í mars 1945 fór tyfus at ganga í leguni og drap 17.000 fangar, harímillum Anne og systrina Margot.

Tær liggja grivnar á ókendum stað í hópgrøv í Bergen Belsen saman við øllum hinum, ið máttu lata lív í týningarleguni.

Anne Frank gjørdist kend, av tí at hon skrivaði dagbók meðan hon fjaldi seg í Amsterdam. Dagbókin varð funnin í 1946 og givin út. Síðan er hon spæld bæði á palli og sum filmur.

 

Útgávur:

2001 Dagbókin

2010 Anna Frank

2015 Dagbókin, 2. upplag

 

Ummæli/umrøða:

Ernst Schnabel: The Footsteps of Anne Frank. Pan 1988

Alison Leslie Gold: Hannah Goslar Remembers. Bloomsbury 1998

Carol Ann Lee: Roses from the Earth. Penguin 1999

Roger Rosenblatt: Anne Frank. Time 14. juni 1999

Enzer/Solotaroff-Enzer (ritstj.): Anne Frank: Reflections on her life and legacy. University & Illinois Press 2000.

 

Heimasíður:

www.annefrank.org

www.annefrank.com

www.ushmm.org

www.bl.uk/learning/histcitizen/voices/holocaust.html

Anna Frank

 

Anna Frank

Bókin um Annu Frank er skrivað eftir ve...

Bókin um Annu Frank er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum yvirlivdi arbeiðslegurnar og gjørdist forstursystir Annu Frank.

Dagbókin

Dagbókin, sum gentan Anna, skrivaði frá...

Dagbókin, sum gentan Anna, skrivaði frá 12. juni 1942 til 1. august 1944, tá hon saman við familjuni varð tikin av Gestapo og sett í fangal...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo