Vilborg Dáviðsdóttir er íslendskur rithøvundur, fødd í þingeyri við Dýrafjørð 3. september 1965.

Hon hevur í mong ár starvast sum journalistur.

Hon gav fyrstu bók sína Við urðarbrunn út í 1993.

Bøkurnar Við urðarbrunn og Nornadómur, sum lýsa lívið hjá einari gentu í víkingatíð, hava fingið nógva viðurkenning og verða eisini brúktar í søguundirvísing fyri at lýsa víkingatíð fyri børnum.

Vilbor Dáviðsdóttir býr nú í Edenborg.

 

Útgávur:

2003 Við urðarbrunn

2004 Nornadómur

 

Umrøða:

Silja Aðalsteinsdóttir: Korku saga þórólfsdóttur í Tímarit Máls og menningar. 56. árg., 3 tbl. 1995. s. 123-127.

 

Heiður:

1994 Viðurkenning IBBY fyri Við urðarbrunn

1995 Barnabókavirðisløn íslendska undirvísingarmálaráðið fyri Nornadóm

 

Heimasíða:

www.vilborgd.blogspot.com

 

Vilborg Dáviðsdóttir

 

Korkusøgur - Nornadómur

Nornadómur er onnur bókin í røðini um K...

Nornadómur er onnur bókin í røðini um Korku, sum er leysingabarn, ið tann norski landnámsmaðurin Tórálvur Tóris...

Korkusøgur - Við urðarbrunn

Spennandi, virðislønt bók um trælagentu...

Spennandi, virðislønt bók um trælagentuna Korku, sum tekur lesararnar inn í fyrstu ættarlið íslendinga.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo