Sally Altschuler er danskur barnabókarithøvundur, føddur í 1953.
Fyrsta bók hansara, Jordens salt, kom út í 1993 og fekk fleiri prísir.
Sally Altschuler hevur brúkt fleiri ár at fortelja sína ættarsøgu. Hann hevur givið tvær bøkur út um ætt sína, eina fyri vaksin, En engel bag øret, og eina fyri børn, Min tipoldefar var russer og havde slangekrøller.
Á heimasíðu sínari fortelur hann sjálvur soleiðis um ætt sína:

 

Eg eiti Sally Altschuler. Sjálvt um navnið ljóðar fremmant, eri eg danskur barnabókarithøvundur,og sjálvt um eg havi gentunavn, eri eg ein maður. Eg eri ættaður frá fátækum, festligum og framfýsnum jødum úr Ruslandi og Polen. Tipoldurabbi dugdi t.d . at tosa við djór og gjørdist vinur við eina bjørn. Besti vinmaður oldurabba mín var ein ljótur dvørgur, sum segðist vera ættaður frá risanum Goliati. Abbi mín bardist (kanska) við ein eingil og dugdi (heilt vist) at seyma knapphol. Omma mín varð send heimanífrá sum átta ára gomul og elskaði at fortelja søgur. Og at eg gjørdist danskari var av reinari tilvild, tí omma og abbi mín ætlaðu at fara til Argentina og leita eftir eydnuni har.

 

Sally Altschuler brúkar nógva orku til verkætlanir saman við barnabókarithøvundum í t.d. Vietnam og Nepal, har hann arbeiðir við at menna barnabókmentirnar í londunum. Hann heldur eisini fyrilestrar og hevur skriviverkstovur á skúlum og bókasøvnum.

 

Útgáva:
2012 Skipið hjá Nóa

2016 Tornið hjá harra Bábel

 

Ummæli:

Bent Rasmussen: Noas skib. juni 2012 emu.dk

 

Heimasíða:
www.altschuler.dk

Sally Altschuler

 

Tornið hjá harra Bábel

Tornið hjá harra Bábel er ein endursøgn...

Tornið hjá harra Bábel er ein endursøgn av frumsøguni um tornið í Bábel við frálíku myndunum hjá Sven No...

Skipið hjá Nóa

Tað er ikki lætt at vera nashyrningur, ...

Tað er ikki lætt at vera nashyrningur, tá ongin heldur hann vera fittan.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo