Maria Parr er norskur rithøvundur, fødd 18. januar 1981 í Fiskå í Vanylven. Hon er master í norðurlendskum bókmentum frá universitetinum í Bergen. Fyrstu bókina gav hon út í 2005, tað var bókin Vaffelhjerte, sum vann Nynorsk barnelitteraturpris og gjørdist sjónvarpsrøð. Onnur bókin Tonja Gliturdal kom út í 2009 og hevur vunnið fleiri prísir. Bókin er blivin samanborin við bæði heidi hjá johanne Spyri og við Astrid Lindgren. Hon er sett upp sum sjónleikur í 2013.

Útgáva:
2014 Tonja Gliturdal


Umrøða/ummæli:
2009 Anna Katharina Fonn Mate: Ein klassiker er fødd í bokmerker.org 2. september
        Morten O. Haugenom: Glimrende fra Glimmerdal í Adresseavisen 21. september
        Kjell Olaf Jensen: Frisk bruk av forbilder í barnabokkritikk.no 23. september
2010 Harald Bache-Wiig: Fra Sveits til Glimmerdal Maria Parrs Tonje Glimmerdal - en gjenskaping av Johanna Spyris Heidi? í Nordic Journal of ChildLit Aesthetics, Vol. 1, 22. desember
2011 Damián Arguimbau: Violiner og hemmeligheder í Weekendavisen 9. desember
        Nina Goge: Landskap og bannskap i Maria Parrs forfatterskap í Nordic Journal of ChildLit Aesthetics, Vol. 2, 7. februar

2015 Guri Fjeldberg: Naturbarn i frit flyt. 101. De beste barna- og ungdomsbøkene 2005-2015

 

Heiður:
2009 Ole Vig prisen fyri Vaffelhjerte og Toju Gliturdal
        Brageprísin fyri Tonju Gliturdal
        Teskjekerringprisen
        Nynorsk barnelitteraturpris fyri Tonju Gliturdal
2010 Kritikerprisen fyri bestu barnabók (Tonja Gliturdal)
        LUCH´s prísin frá Die Zeit fyri bestu barnabók í Týsklandi
        Melsomprísin fyri Tonju Gliturdal
        Årets nynorskbruger
2011 Mentanarprísin frá Vanylven
2013 Sigmund Skard prísin fyri bøkurnar

 

Maria Parr

 

Tonja Gliturdal

Tonja Gliturdal er einasta genta í Glit...

Tonja Gliturdal er einasta genta í Gliturdalinum og raskasta genta, tey í dalinum leingi hava sæð


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo