Johanna Thydell er svenskur rithøvundur, fødd 14. november í 1980 í Svøríki.

Uppi undir loftinum glógva stjørnurnar er fyrsta bók hennara. Hon var givin út í 2003, er týdd til 8 mál og er gjørd til film. Fyri hesa bókina, sum forlagið Nýlendi gav út á føroyskum í 2005, fekk hon Augustvirðislønina.
Eftir at hava lokið miðnámsskúlaprógv fór Johanna Thydell á skriviskeið, har hon fekk samband við rithøvundin Magnus Utvik, sum hjálpti henni at leggja lag á skrivingina. Síðan hevur hon verið á Fridhems fólkaháskúla í Svalöv og lærda háskúlanum í Stokkhólmi, har hon hevur lisið mentan, bókmentir og filmsvísindi.

Í dag tekst hon burturav við at skriva bókmentir, handrit til film og greinir til ymisk bløð og tíðarrit, umframt at halda fyrilestrar.
Ein terningur manglar er onnur bókin, hon hevur skrivað, og hon kom út í Svøríki í 2006.

 

Útgávur:

2010 Ein terningur manglar

2013 Ein grísur er í barnagarði

 

Viðtal:

Johanna Thydell á youtube

 

Heimasíða:

www.johannathydell.se

 

Johanna Thydell

 

Ein grísur er í barnagarði

Grísurin vil ikki vera einsamallur. Han...

Grísurin vil ikki vera einsamallur. Hann ætlar sær í barnagarð sum hini børnini, sjálvt um hann er ein grísur

Ein terningur manglar

Ein terningur manglar er søgan um ungu ...

Ein terningur manglar er søgan um ungu gentuna Puck, sum roynir at koma í samband við pápa sín. Vinmaðurin Emanuel hjálpir henni. N&aeli...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo