1805-1875

H. C. Andersen var danskur yrkjari og ævintýrskrivari.

Hann varð føddur í Odense, sonur eina vaskikonu og ein skómakarasvein. Pápin doyði, tá ið H.C.Andersen var ellivu ár.

Fjúrtan ára gamal fór H.C.Andersen til Keypmannahavnar, og í trý ár royndi hann til fánýtis at sleppa at spæla, dansa ella syngja á Kongliga Sjónleikarahúsinum.

Hann var fátækur, men fekk tó stuðul frá væl bjargaðum vinfólki at taka eina útbúgving. Hann tók studentsprógv í 1827.

Fyrstu ævintýrini skrivaði hann í 1835.

 

Útgávur:

1977 Smágentan við svávulpinnunum í Míni jólabók

1980 Paradísgarðurin í Míni jólabók

1989 Prinsessan á ertrini (Pixi bók)

1990 Snurran og bólturin

2001 Eldførið

2001 Mishátti dunnuungin

2005 Ævintýr Eitt úrval

 

Ummæli/umrøða:

Pia Huss: Skomakersonen som sydde dockkläder. Opsis Kalopsis 3/2003

Birgitta Fransson: Magiska sagor för barn och författare. Opsis Kalopsis 3/2003

Elisabeth Oxfeldt: Slagere og overraskelser. www.barnebokkritikk.no/27.apríl 2005 

 

Heimasíða:

http://www.faktalink.dk/titelliste/hcan

 

H. C. Andersen

 

Stóra ævintýrbókin

Ein nýggj ævintýrbók við átta ævintýr...

Ein nýggj ævintýrbók við átta ævintýrum


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo