Gunilla Bergstrøm er fødd í 1942. Hon hevur útbúgving sum journalistur, men gjørdist rithøvundur burturav í 1975.

Gunilla hevur skrivað fleiri enn 30 bøkur, kendastu eru tær um Álv Ákason, sum hon sjálv myndprýðir.

Fyrsta bókin hjá Gunillu Bergström kom út í 1971 og eitur Mias pappa flytter; fyrsta bókin um Álv Ákason kom út í 1972, og eitur Góða nátt, Álvur.

Bøkurnar um Álv Ákason eru klassikarar í svenskum barnabókum. Umframt bøkur finst hann eisini sum sjónvarpsrøð, barnasjónleikur og fløga.

 

Útgávur:

1988 Knýt bara, Álvur!

1990 Hvat segði pápi, Álvur?

1995 Tel um grýlur, Álvur

1999 Góða nátt, Álvur

1999 Lumpar tú pápa tín, Álvur

2002 Hvar er Bus-Álvur?

2002 Hvussu víða røkkur Álvur?

2002 Skunda tær Álvur

2006 Álvur og hermannapápin

2012 Álvur við styrki-posanum

        Hvør flennir? segði pápi Álv

2013 Aldrinstíð! segði Álvur Ákason

        Álvur Ákason - Tríggjar tær fyrstu søgurnar

2016 Álvur Ákason og vinir hansara. Fýra útvaldar søgur

 

Ummæli/umrøða:

Mette Hofsødegaard: Albert Åberg spør om krigen. Aftenposten 12/6-2006

Bent Rasmussen: Alfons og supersækken. EMU 27. juli 2011

Andreas Palmer: Vardagshjälten som fortsätter att växa. Dagens Nyheter, 2. apríl 2012

Inna Törnroos: Álvur Ákason fyllir 40 ár. Sosialurin. Vikuskiftið. 20. apríl 2012

Viktoria Myrén: Livet enligt Alfons Åberg. Opsis Kalopsis, nr. 2 2012

 

Heiður:

1979 Elsa Beskow plakettin

1981 Astrid Lindgren Priset

1981 Forfatterfondens kulturpris

1989 Bokollonet

1993 Stockholms stads hederspris

2006 Schullstrømska priset fyri barna- og ungdómsbókmentir

2012 Illis quorum meruere labores

 

Heimasíða:

www.alfons.se

 

Gunilla Bergstrøm

 

Álvur Ákason og vinir hansara

Fýra av teimum best umtóktu søgunum um ...

Fýra av teimum best umtóktu søgunum um Álv Ákason.

Álvur Ákason - Tríggjar tær fyrstu søgurnar

Tríggjar tær fyrstu søgurnar um Álv Áka...

Tríggjar tær fyrstu søgurnar um Álv Ákason í einari bók

Hvør flennir? segði pápi Álv

Onnur bókin í ár, sum vit geva út um Ál...

Onnur bókin í ár, sum vit geva út um Álv Ákason. Hesaferð um at verða órættvíst viðfarin

Álvur og hermannapápin

Nú er Álvur Ákason seks ár. Hann kennir...

Nú er Álvur Ákason seks ár. Hann kennir ein hermann. Ein rættiligan hermann. Álvur og vinmaðurin, Hamdi, hugsa nógv um kr&iacut...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo