Astrid Anna Emilia Lindgren f. Ericsson var fødd 14. novembur 1907 á garðinum Näs í Vimmerby í Smálandi í Svøríki.

Í 1926 flutti hon til Stokkhólm og lærdi seg maskinskriving og stenografi.

Í 1931 giftist hon við Sture og fær nýtt eftirnavn: Lindgren.

Astrid fortelur um gentuna Pippi Smokkulegg fyri dóttir sínari Karin, og tá ið Karin fyllir 10 ár í 1944 gevur Astrid henni søgur um Pippi í føðingardagsgávu og sendir samstundis avrit av handritinum til forlagið Bonnier. Við Margareta Strömstedt, sum hevur skrivað um Astrid Lindgren, sigur hon, at hon endaði brævið til forlagið við orðunum:

 

”I förhoppning att ni inte alarmerar barnvårdsnämden”

 

Sama ár vinnur hon aðru virðisløn í kapping hjá nýstovnaða forlagnum Rabén & Sjögren fyri ungdómssøguna: Britt-Mari lättar sitt hjärta.

Hon fer í holt við at umskriva handritið um Pippi og sendir Rabén & Sjögren tað til eina kapping um søgur til 6-10 ára gomul børn, og hon vinnur kappingina.

Síðani koma bøkurnar frá Astrid slag í slag og verða nógv fagnaðar.

Tá ið hon fekk týska heiðursløn í 1978, skrivaði hon taluna Aldrig Våld!. Tá ið fyriskipararnir høvdu lisið taluna, har hon samanber harðskap í heima við hús við harðskap framdan sum heild í heiminum, varð henni noktað at halda taluna. Astrid Lindgren segði, at um so var, fór hon ikki til heiðurlønarhandanina. Hon slapp at halda taluna, og árið eftir varð lóg viðtikin í svenska ríkdegnum, sum bannaði likamliga revsing av børnum.

Astrid Lindgren doyr 94 ára gomul í 2002 í heimi sínum í Stokkhólmi.

Ein altjóða barna- og ungdómsbókmentavirðisløn verður stovnsett til minnis um Astrid Lindgren.

 

Útgávur:

1978 Emil úr Lønnebergi

1981 Vætturin

1986 Børnini í Dundurdali

1987 Meira um børnini í Dundurdali

1988 Vit hava tað stuttligt í Dundurdali

1993 Pippi Langsokkur

1994 Jólafrí er gott hugskot

1995 Hygg Dikka, hygg, tað kavar!

         Pippi fer um borð

         Sparum ei, segði Emil úr Lønnibergi

1996 Emil í Lønnibergi

         Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd

1997 Dikka hjá okkum

         Lotta í Brakarastræti

         325. skálkabrøgd Emils

1998 Dikka og tey á Junifløtti

1999 Pippi í Suðurhøvum

2000 Pippi heldur føðingardag

2003 Mirabell

2005 Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni

2007 Søgur úr Dundurdali

2009 Emil og Ida í Lønnibergi

2010 Pippi finnur ein spunk

        Eingir ránsmenn eru í skóginum

2011 Hann sjálvur Emil

        Tá ið Emil skuldi taka tonnina hjá Linu

2013 Vætturin

2015 Pippi fer at keypa

2016 Børnini í Brakarastræti

 

Umrøða/ummæli:

Margareta Strömstedt: Astrid Lindgren – en levnadsteckning. Rabén & Sjögren 1977

Birgir Kruse: Pippi á palli. Sosialurin 21. oktober 2000

Anna Maria Hagefors: Århundradets Astrid. 2002

Ann-Christine Snickars: Jag vill ha en mamma Och en pappa. Och en filosof. Nordisk Litteratur 2003

Adele Duus: Rabulist i store sko - komedie, modernisme og realisme i Pippi Langstrømpe. Høvuðsritgerð við Bergen Universitet 2004

Lotta Olsson: Jag hälsar eder, kära små rutiga barn! Opsis Kalopsis 1/mars 2008

Karin Nyman: My mother Astrid Lindgren, and the night  I named Pippi Longstocking. The Guardian 7. november 2016

 

Heiður:

1945 Svenska Dagbladets Litteraturpris

1950 Nils Holgerson-plaketten

1956 Deutscher Jugendlitteraturpreis

1958 H.C.Andersen medaljen

1971 Svenska Akademiens stora guldmedalj

1978 Týska bókahandlara friðarprísin

1986 Stiftelsen Selma Lagerlöfs litteraturpris

1987 Tolstojmedaljan

1994 The Right Livlihood Award

1997 Mensapriset

 

Heimasíða:

www.astridlindgren.se

 

Astrid Lindgren

 

Børnini í Brakarastræti

Børnini í Brakarastræti er eitt klassis...

Børnini í Brakarastræti er eitt klassiskt ævintýr. Hetta er fyrstu ferð, tað verður givið út sum myndabók.

Pippi fer at keypa

Eingin dugir so væl at keypa sum Pippi ...

Eingin dugir so væl at keypa sum Pippi Langsokkur! Hetta er fyrstu ferð, at søgan um handilsferðina hjá Pippi kemur út sum myndabók.

Vætturin

Ein gomul jólasøga eftir Astrid Lindgre...

Ein gomul jólasøga eftir Astrid Lindgren í nýggjum hami

Hann sjálvur Emil

Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so ...

Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so illa meint, sum til dømis hina ferðina í skúlanum, tá ið hann mussaði l&ae...

Eingir ránsmenn eru í skóginum

Ein av klassisku søgunum hjá Astrid Lin...

Ein av klassisku søgunum hjá Astrid Lindgren um dukkuna Mimmi og drongin Pætur

Emil og Ida í Lønnibergi

Tríggjar søgur um Emil og Idu í Lønnibe...

Tríggjar søgur um Emil og Idu í Lønnibergi.

Søgur úr Dundurdali

Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla...

Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla næstan altíð, og ikki gongur tað altíð so friðarliga fyri seg.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo