rannvá Næs Hoydal er fødd 25. november 1993.

Rannvá hevur gingið til drama í sjey ár og dámar eisini væl at skriva. Hon byrjaði longu sum smágenta at fortelja søgur, teknaði myndir og fekk mammuna at skriva søguna, av tí at hon ikki dugdi at skriva sjálv.

Rannvá fær mangan íblástur til at skriva úr náttúruni. Henni dámar at ganga úti í sól og regni og liva seg inn í leiklutirnar hjá persónunum í søgunum ella støð, har søgan fer fram. Tónleikur er eisini týðandi fyri at fáa íblástur til at lýsa kenslur.

Tá ið KT-depilin skipaði fyri søgukapping í 2008, vann Rannvá kappingina. Dómsnevndin var samd um, at hon var ein framúrskarandi rithøvundur.

Søgan um vampýrdrongin er fyrsta bók hennara á prenti.

 

Útgávur:

2009 7 dagar í helviti

2010 Ódjórið í Vencil 8

2013 Mjørki í Vencili nr. 13

2016 Holið í vencili 17/2016

 

Viðtal:

Tað er stuttligt at skriva søgur. Strok nr. 5/2008

Eilen Anthoniussen: Eg skal verða rithøvundur. Sosialurin 29. mai 2009

Búi Rouch: Tá Búi Rouch møtti Rannvá Hoydal. Mess 9/november 2009

 

Rannvá Næs Hoydal

 

7 dagar í helviti

Ein spennandi og væl skrivað ræðusøga u...

Ein spennandi og væl skrivað ræðusøga um ein føroyskan vampýr


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo