1933 – 1978

Ólavur Michelsen var føroyskur rithøvundur og lærari. Uppvaksin í Øravík. Tók læraraprógv í 1958 og var lærari í Fámjin, á Toftum, Kvívík, Sankta Frans skúla og í Kommunuskúlanum.

Hann var virkin í politikki fyri Tjóðveldisflokkin, sat í Býráðnum í sjeytiárunum og var blaðstjóri á 14. September í seksti og sjeytiárunum.

Hann var við til at stovna Rithøvundafelag Føroya saman við Williami Heinesen og Tummas Napoleon Djurhuus.

 

Útgávur:

1953 H. A. Djurhuus í Míni jólabók

1955 Barnaríma í Míni jólabók

1956 Sigmundur og Tróndur í Míni jólabók

1959 Hin hvíti lomvigin í Míni jólabók

1961 Kirkjusøga

1964 Bragd í Brimvík í Míni jólabók

1966 Svimjimerkið í Míni jólabók

1969 Tá ið Eyðun gjørdi kvettið í Míni jólabók

1970 Hundur og húsbóndi í Barnajól

1973 Feigd og fongur í Míni jólabók

1975 Drongurin, sum bjargaði Føroyum í Míni jólabók

1978 Brøgd og bjørg

1990 Rossini á Skoradali

 

Ummæli/umrøða:

Árni Dahl: Brøgd og bjørg. Skúlablaðið 7/1979

tór.-: Fleiri lond vilja keypa ”Rossini í Skoradali.” Sosialurin 20. apríl 1990

Steffen Larsen: Der var engang en hest. Aktuelt 4. des. 1990

Sigurður Helgason: Af færeyskum hrossum. Morgunblaðið 19. des. 1990

Nordisk Børnebogspris 1991

Gdm-: Rossini á Skoradali. Dimmalætting 31. august 1991

Føroysk barnabók fær virðisløn. Sosialurin 31. august 1991

Elin Súsanna Jacobsen: Rossini í Skoradali. Brá nr. 17 1991

Bjørg Matras Jensen: Rossini í Skoradali. Skúlablaðið nr. 2 1992

Erhard Jacobsen: Og so veit eg eina vakra søgu. Bls. 128-133. Bókadeild Føroya Lærarafelags 2006

 

Heiður:

1991 Norðurlendska Barnabókavirðislønin

 

 

Ólavur Michelsen

 

Rossini á Skoradali

Søgan um greðingin Reyða, sum livir sít...

Søgan um greðingin Reyða, sum livir sítt fría lív á Skoradali, men sum ein dagin verður tikin og fluttur til kolanám í...

Brøgd og bjørg

Ellivu stuttsøgur

Ellivu stuttsøgur

Kirkjusøga

Eitt yvirlit yvir kirkjusøguna.

Eitt yvirlit yvir kirkjusøguna.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo