1879-1956

Mikkjal á Ryggi var rithøvundur og starvaðist sum lærari.

Hann var føddur í Miðvági, gekk í realskúla í Havn og háskúla niðri. Hann starvaðist sum lærari í Bø og Gásadali í 25 ár.

Hann var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1924-28, og hóast hann ikki var læraralærdur, var hann í stjórn Føroya Lærarafelags 1927-34, eitt skifti sum formaður.

Í 1948 var Mikkjal gjørdur heiðurlimur í lærarafelagnum, vegna ta stóru virðing lærara høvdu fyri honum og starvi hansara.

Hann var giftur við Binu á Ryggi, tey átti ongi børn.

Mikkjal á Ryggi skrivaði longu í 1926 eina landalæru, síðan eina dýralæru og tað tá sera kendu og væl dámdu Fuglabókina í 1951.

Hann er eisini væl kent sálma- og sangskald, dugdi m. a.a væl at lýsa arbeiðslív.

Mikkjal doyði av tuberklasjúkuni og liggur grivin í kirkjugarðinum í Sørvági.

 

Útgávur:

1935 Álkan, Símun við sementinum, Gott er at vera gávumildur I-II, At býta og at bíta, Ljót gerð, Veðrur Palla I-II, Hávurin, Lunnurin, Illi Nils, Trøllkonufingur, Raskur drongur í Føroyskum aftursagnum

1935 Dýralæra

1962 Hin síðsta grágásin í Míni jólabók

1971 Klovin og glerpípan í Sig mær eina søgu

1994 Mikkjalsbók

2012 Barnasálmabókin

 

Ummæli/umrøða:

Skúlablaðið 10. hefti 1979

Mikkjalsbók 1994

 

 

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi

 

Mikkjalsbók

Ritverk um skaldskap Mikkjals á Ryggi.

Ritverk um skaldskap Mikkjals á Ryggi.

Sig mær eina søgu I

Søgusavn við upprunaligum og týddum søg...

Søgusavn við upprunaligum og týddum søgum, sum hava staðið í Barnablaðnum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo