1902-1966
Martin Joensen var rithøvundur og lærari. Føddur í Sandvík. Fyrsta útgáva hansara var Fiskimenn, sum kom í 1946. Høvuðsverk hansara eru umframt Fiskimenn eisini Tað lýsir á landi, har sagt verður frá lívinum umborð á sluppunum og lívinum á bygd í eini tíð, har samfelagið broytist frá landbúnaðarsamfelag til fiskivinnusamfelag, og eitt stættastríð tekur seg upp millum keypmenn og fiskimenn, ognarmenn og fæloysingar og millum gamla trúgv og nýggja. Í sínum frásøgnum er hann realistur og lýsir viðurskiftini, sum tey eru, tó við samhuganum hjá teimum minnu mentu.

Bøkurnar Fiskimenn og Tað lýsir á landi kom út av nýggjum á forlagnum Sprotanum í 2012, og somuleiðis kom Fiskimenn út á norskum í 2013.

Útgávur:

1946 Fiskimenn

1949 Útrák
1950 Drongurin og huldufólkini í Míni jólabók
1951 Í kyksendan í Míni jólabók
1952 Uppi í mjørkanum í Míni jólabók

        Tað lýsir á landi
1954 Hitt reyða turriklæðið í Míni jólabók
1955 Klokkan ringir í Míni jólabók
1956 Fyrstu ferð til skips í Míni jólabók
1957 Í holt við kavbát í Míni jólabók
1959 Reprobus í Míni jólabók
1962 Klokkan ringir
        Einar og Fram í Barnablaðnum nr. 2
1967 Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt í Míni jólabók

1977 Heimadoktarin

        Gamli maðurin og varðin
2010 Klokkan ringir í Míni jólabók
2014 Tá ið Antinis fangaði seyðatjóvarnar í Míni Jólabók
 
Umrøða:

Marius Johannesen: Klokkan ringir. Skúlablaðið 1962

Arnbjørn Danielsen: Sociale og psykologiske elementer i Martin Joensens romaner og fem noveller. Høvuðsritgerð, Københavns Universitet 1978
J.P.H.: Martin Joensen. Barnablaðið nr. 4

Turið Sigurðardóttir: Virðingin fyri veruleikanum. Varðin bd. 47/hefti 1-2
Jógvan Isaksen: Færøsk litteratur. Vindrose 1993
Erhard Jacobsen: og so veit eg eina vakra søgu. BFL 2006. bls. 31-33

Turið Sigurðardóttir: Børn sum bera ábyrgd - Barnasøgur eftir martin Joensen 1925-1961 í Føroyskar barnabókmentir. Søguligt umhvarv og greiningar 2015
 
Heiður:
1962 M. A. Jacobsens heiðurslønin

 

Martin Joensen

 

Mín jólabók 2014

Mín jólabók er ein kalendarabók til all...

Mín jólabók er ein kalendarabók til alla familjuna. Fittar søgur, yrkingar, tekningar og ítriv at stytta sær stundir í myrku...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo