Hanus Kamban er rithøvundur, føddur Andreasen, 25. juni 1942 í Saltangará, uppvaksin í Skúgvi og flutti til Havnar í 1956.

Fyrsta bókin, hann gav út, var Drekin og aðrar søgur í 1969. Hetta vóru týðingar av stuttsøgum.

Fyrsta bók við egnum stuttsøgum var Dóttir av Proteus, ið kom út í 1980.

Søgan Angels Place vann fyrstu virðisløn í stuttsøgukapping, sum Listastevna Føroya skipaði fyri í 2001.

Hanus Kamban var blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69, var eitt skifti blaðstjóri á bókmentatíðarritinum Brá, var formaður í Rithøvundafelg Føroya 1992-94 og limur í Nordbok 1992-2000.

 

Útgávur:

2001 Angels Place í Mjørki í heilum

2002 Tað nýggja Atlantis

2006 Tvær yrkingar í Vencili 1

2007 Tvær yrkingar í Vencili 2

2008 Riddarin Grøni í Vencili 5

2010 Saxifraga Nivalis í Vencil 8

 

Ummæli/umrøða:

Nordisk Litteratur 2003

Vónbjørt Vang Solmunde: Vísindaskaldskapur og furða á føroyskum. Fregnir 25. apríl – 1. mai 2002

 

Heiður:

1980 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir

1986 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagurbókmentir

1990 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk

2004 Mentanarvirðisløn landsins

2007 Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat

 

 

Hanus Kamban

 

Tað nýggja Atlantis

Fimtan vísindastuttsøgur og drúgv frágr...

Fimtan vísindastuttsøgur og drúgv frágreiðing um vísindskaldskap.

Mjørki í heilum

Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rit...

Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru val...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo