Lucy Cousins er enskur rithøvundur, fødd í 1964.
Hon hevur prógv í grafiskari sniðgeving frá Canterbury College og Royal College of Art.
Hon býr í Hampshire við manni og fýra børnum.
Hon er sera virkin rithøvundur, hevur meiri enn 12 milliónir bøkur á prenti, sum telja alt frá myndabókum, klaffabókum, toybókum, spælibókum og litbókum.
Hon sigur seg fáa størri íblástur av at síggja tekningar hjá skúlabørnum enn at vitja listaskálar.

 

Útgávur:

2000 Fyrsta klaffabókin hjá Malju
2001 Á garðinum hjá Malju
         Malju dámar at koyra
         Malju dámar at spæla
2002 Hvussu nógv er klokkan, Malja?
         Malja alt árið
2003 Húsið hjá Malju
         Jólaaftan hjá Malju
         Malja er so góð við teg
2004 Glitrandi, skróvandi talbókin hjá Malju
         Ælabogadreymurin hjá Malju
2005 Ha, ha Malja
         Tað er stuttligari við Malju
2006 Malja fer á bókasavnið
          Undurfulla veðurbókin hjá Malju
2007 Malja stór Malja lítil
2008 Brumm brumm, Malja
         Kvagg kvagg, Malja
         Nammi namm, Malja
        Tuut, tuut, Malja

 

Umrøða:

Judith Rosen: Q & A with Lucy Cousins. Publishers Weekly, 27. sept. 2012

 

Heiður:

1997 Bologna Ragazzi Non-fiction Prize fyri Húsið hjá Malju

 

Heimasíða:

www.maisyfanclub.com

 

Lucy Cousins

 

Tuut tuut, Malja

Pinkubók um músina Malju við toystrimli...

Pinkubók um músina Malju við toystrimli og plastringi.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo