Eric Carle er amerikanskur myndprýðari og rithøvundur.
Hann er føddur í Syracuse í New York í 1929 og flutti við foreldrunum til Týsklands, tá ið hann var seks ára gamal. Har gekk hann í skúla og fekk seinni útbúgving á listaskúlanum Akademie der bildende Künste í Stuttgart.
Hann flutti aftur til USA í 1952 og fekk starv sum grafikari á The New York Times.
Fyrsta bók við bæði teksti og myndum eftir hann var 1, 2, 3 to the Zoo og stutt eftir kom Hin svanga ormveran, sum gjørdi hann kendan um allan heim.
Eric Carle hevur sermerktan stíl. Listarliga arbeiði hansara er eyðkent av kollagu, hondmálað pappír, sum hann sker og skapar til lýsandi og litríkar myndir.
Saman við konu sínari, Barbaru, grundaði hann savnið The Eric Carle Museum of Picture Book Art í 2002. Savnið liggur í Amherst við Hampshire College.

 

Útgávur:

2004 Hin svanga ormveran
2006 10 lítlar gummidunnur
2006 Hin ágrýtni eiturkoppurin
2007 Hin svanga ormveran. Blinda- og sansabók
2012 Hin svanga ormveran
2013 Lær litir, skap, orð og tøl
2020 Gronuta mariuhønan

 

Umrøða:

Boris Halva: König der Krabbeltiere. Frankfurter Rundschau 24. juni 2009
Marna Jacobsen: Hin svanga ormveran. Egið rúm, 25. mars 2019
Neda Ulaby: A Very Happy 50th Birthday to ´The very Hungry Caterpillar`. npr.org, 12. juni 2019

 

Heiður:

2003 Laura Ingalls Wilder Award

 

Heimasíða:

www.eric-carle.com

 

Eric Carle

 

Gronuta mariuhønan

Gronuta mariuhønan er altíð í ringum la...

Gronuta mariuhønan er altíð í ringum lag. Henni dámar ikki at siga takk fyri ella kann eg fáa, henni dámar heldur ikki at geva n&osla...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo