Made in Vietnam

14 ára gamal Lan stríðist undir ómenniskjaligum viðurskiftum í einari verksmiðju í Vietnam, sum ger nýmótans ítróttarskógvar til ung í vesturheiminum.

Rithøvundur: Carolin Philipps

Týðari: Tina K. Jakobsen

Myndir: Perma: Ursula Kothgasser

Útgávuár: 2011

Upprunamál: týskt

Evni: barnaarbeiði, fair trade

Síðutal: 136

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99918-1-871-9




Familjan hjá 14 ára gomlu Lan hevur tað fátæksligt og er eisini nógv merkt av krígnum, sum verið hevur í Vietnam, har amerikanarar hava blakað eitraðar kemikaliur yvir akrar og skógir, sum hevur havt avleiðingar fyri heilsuna hjá fólki.
Lan og systirin noyðast báðar at arbeiða á verksmiðju, har tær stríðast fyri, at familjan skal fáa mat í munnin.

Ein dagin koma týskir keyparar at hyggja at viðurskiftunum á verksmiðjuni, og tá noyðist stjórin at káva út yvir vánaligu viðurskiftini fyri ikki at missa sínar keyparar og tað elvir til øsing millum teirra, sum arbeiða.
 


Aftur