Raquel J. Palacio er amerikanskur rithøvundur, sum býr í New York City við manni sínum, tveimum synum og tveimum hundum. Í meira enn tjúgu ár hevur hon starvast sum ritstjóri og grafiskur sniðgevi, hevur arbeitt við bókum hjá øðrum fólkum, meðan hon hevur bíðað eftir røttu løtuni at skriva sína egnu bók. Men ein dagin fyri fleiri árum síðan hitti hon púra óvæntað eitt heilt serligt barn framman fyri ein handil, sum seldi ís, og hetta fekk hana at sanna, at rætta løtan at skriva bókina nú endiliga var komin.  Undur er fyrsta skaldsøga hennara.

Bókin verður í løtuni innspæld sum filmur, har tveir væl kendir sjónleikarar, Jane Fonda og Owen Wilson, hava leiklutirnar sum foreldrini og Jacob Tremblay spælir drongurin.

 

Útgávur:

2017 Undur

2020 Hvíti fuglur

 

 

R. J. Palacio

 

Hvíti fuglur

 Rithøvundurin R.J. Palacio, sum skriva...

 Rithøvundurin R.J. Palacio, sum skrivaði bókina Undur, hevur skrivað og myndprýtt.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo