Ruta Sepetys er amerikanskur rithøvundur av litavskum uppruna. Hon er fødd í Detroit 19. november 1967. Hon býr nú í Nashville, Tennessee.

Hon vann Carnegie Medal í 2017 fyri seinastu bók sína Salt to the Sea, sum kom út í 2016.

Umframt at skriva fæst hon nógv við at arbeiða við tónleiki. Hon varð nevnd í tíðarritinum Rolling Stone í 2002 millum Women in Rock og varð søgd at vera ein kvinna innan tónleikaídnaðin, sum ger mun.

Millum gráar skuggar kom út í 2011, og í september 2018 kom filmurin Ashes in the Snow, sum byggir á bókina.

 

Útgáva:

2018 Millum gráar skuggar

 

Ummæli:

Linda Sue Park: A Teenager´s View of the Gulag. The New York Times 8. apríl 2011

Karen MacPherson: Between Shades of Gray reveals horror and hope. The Seattle Times 4. juni 2011

 

Ruta Sepetys

 

Millum gráar skuggar

Um drápið á baltiska fólkið eftir innrá...

Um drápið á baltiska fólkið eftir innrásina hjá Sovjetsamveldinum í baltisku londunum í 1941.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo