Robinson Kruso

Søgan um Robinson Kruso er bygd á eina sanna søgu um skotska sjómannin Alexander selkirk, sum sigldi á Kyrrahavinum og í sinnismuni kravdi at verða settur í land á eina óbygda oyggj 650 km vestan fyri Chile strond.

Rithøvundur: Daniel Defoe

Týðari: Sverre Patursson

Myndir:

Útgávuár: 1990

Upprunamál: enskt

Evni: einsemi, ferð, sjálvbjargni

Síðutal: 232

Slag: heft

ISBN:




Søgan um Robinson Kruso er bygd á eina sanna søgu um skotska sjómannin Alexander selkirk, sum sigldi á Kyrrahavinum og í sinnismuni kravdi at verða settur í land á eina óbygda oyggj 650 km vestan fyri Chile strond. Har var hann í fýra ár og fyra mánaðir, til hann í 1711 slapp av oynni.
Bókin kom út á føroyskum á fyrsta sinni í 1914 og er sostatt fyrsta barnabók á føroyskum máli. Bókin var tá latin skúlabørnum ókeypis frá 10 ára aldri.
Aftast í bókini er eftirmæli, har Turið Sigurðardóttir greiðir frá um rithøvundan, skaldsøguna og týðaran, eisini lýsir hon tíðina í Føroyum, tá ið bókin kom út. Vert er at minnast, at ikki var loyvt at undirvísa á føroyskum tá.


Aftur