Christopher Edge er enskur rithøvundur. Hann vaks upp í Manchester og brúkti nógva tíð á bókasavninum, tí hann var so bitin av søgum.

Hann las enskt á universiteti, arbeiddi síðan í einari plátuhandli, síðan sum lærari í enskum og at enda á einum forlagi. Síðan 2007 hevur hann verið ráðgevi innan fyri útgávuvirksemi og útbúgving. Hann hevur arbeitt í felagsskapum sum Booktrust og á Oxford University Press, har hann roynir at geva børnum íblástur til bæði at lesa og at skriva sjálvi.

Hann býr nú í Glouchester við konu og tveimum børnum, og honum dámar framvegis at ganga á bókasavn at leita eftir søgum.

 

Útgáva:

2018 Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu!

 

Heimasíða

 

Christopher Edge

 

Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu!

  Bestu ráð og prei um orð frá orðas...

  Bestu ráð og prei um orð frá orðaserfrøðingi


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo