Peter Pohl er svenskur rithøvundur, føddur 5. desember 1940 í Hamburg í Týsklandi. Hann starvast eisini sum lektari á Kongliga tekniska háskúlanum í Stockholm. Hann hevur skrivað fleiri lærubøkur um numeriska greining.
Eftir at pápi Peter Pohl doyði í 2. veraldarbardaga, fluti mamman, sum var svensk, til Svøríkis. Tá var Peter 4 ára gamal.
Í sjeytiárunum byrjaði hann at arbeiða við filmi og fekk fleiri virðislønir fyri stuttfilmar. Tað var hesa tíðina, hann fór undir at skriva fagurbøkur.
Fyrsta bókin var Janne, min vän, sum kom út í 1985. Bøkurnar eru mangan um børn, sum á ymsan hátt hava tað svárt. Har eru lýsingar av líðing, sorg og óndskapi, sum hevur fingið onkrar ummælarar at halda, at tær eru alt ov daprar hjá børnum at lesa.

 

Útgáva:

2014 Anton, mær dámar teg

 

Heiður:

1986 Nils Holgarsson-plaketten
1989 Expressens Heffaklump
1990 Deutsche Jugendliteraturpreis
1992 Augustpriset
1995 Astrid Lindgren priset
         Deutsche Jugendliteraturpreis

 

Peter Pohl

 

Anton, mær dámar teg

Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er ...

Anton spælir fótbólt sum ein gudur, er sterkastur í flokkinum og er ein góður vinur. Hann leggur einki í, hvat onnur halda, men gongur...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo