Skipið hjá Nóa

Søgan um Nóa í ørkini søgd á ein eitt sindur øðrvísi hátt við flottum myndprýðingum eftir Sven Nordqvist.

Rithøvundur: Sally Altschuler

Týðari: Ingibjørg W. Kamban

Myndir: Sven Nordqvist

Útgávuár: 2012

Upprunamál: danskt

Evni: Nóa ørk

Síðutal: 24

Slag: innbundin

ISBN: 978-99918-1-964-8




Tað er ikki lætt at vera ein nashyrningur, tá ongin heldur hann vera fittan. Tað er heldur ikki lætt at vera Nóa, sum skal hava øll djórini á skipinum at semjast, meðan tað bara regnar og regnar ...

Tíbetur dugir Nóa væl at finna upp á ráð, og viðhvørt kann ein múlatrútin nashyrningur vera júst tað, sum skal til.


Aftur