Tornið hjá harra Bábel

Tornið hjá harra Bábel er ein endursøgn av frumsøguni um tornið í Bábel við frálíku myndunum hjá Sven Nordqvist.

Rithøvundur: Sally Altschuler

Týðari: Malan Háberg

Myndir: Sven Nordqvist

Útgávuár: 2016

Upprunamál: danskt

Evni: fremmand, tolsemi

Síðutal: 32

Slag: innbundin

ISBN:




Prinsessan keðir seg. Einki nýtt hendir í landinum. Pápi hennara, kongurin, er ógvuliga harmur um hetta. Um hon nú sær alt úr erva, sum fuglarnir, fer hon helst ikki at keða seg longur. Tí gevur kongurin harra Bábel boð um at byggja heimsins hægsta torn. Tað er ein øgiliga stór uppgáva, og hann biður tí fólk úr fjarskotnum londum koma til hjálpar. Men tað er ikki lætt at fáa øll hesi ymisku fólkini at arbeiða saman …


Aftur