Jørn Jensen er danskur rithøvundur, føddur í 2. januar 1946 í Taastrup.
Hann hevur útbúgving sum gullsmiður og seinni sum lærari.
Hann er serliga kendur fyri at skriva frílesingarbøkur til fólkaskúlanæmingar.
Bøkurnar, ið hann hevur skrivað, eru fleri enn 300 í tali, og nógvar eru vorðnar klassikarar, t.d. bøkurnar um Pál og pápa hansara.
Hann hevur starvast sum rithøvundur burturav síðan 2002.
Jørn Jensen hevur bara skrivað bøkur til veikar lesarar. Um starv sítt sigur hann:

”Tær lættastu frílesingarbøkurnar eru eyðkendar av, at søgurnar eru stuttar, orðini eru stutt, setningarnir eru stuttir og settir í stuttar lesilinjur.
Børn skulu kunna lesa lættar frílesingarbøkur, uttan at ein vaksin hjálpir teimum.
Prentið skal vera lætt at lesa.
Søgurnar skulu myndprýðast, og teksturin má ikki fara inn yvir myndirnar og soleiðis gerast óklárur.
Hugtaksverðin skal hóska til aldurin á børnunum – og bøkurnar skulu vera stuttligar, spennandi ella áhugverdar, annars lesa børn tær ikki.
Hvørja ferð eg skrivi eina bók, geri eg av frammanundan aldur, lixtal og tekstmongd.
Lix verður brúkt at rokna út, hvussu lesiligir tekstir eru.
Lættastu bøkurnar, eg havi skrivað, hava lix, sum er minni enn 4. Tað hevur við sær, at setningarnir sum heild skulu hava færri enn 4 orð. Long orð mugu ikki brúkast – orð við meira enn 6 bókstavum.”

 

Útgávur:
2008 Krabbabók - Gev mær posan, Rói (appilsingul)
        Krabbabók - Pál ansar kettuni (appilsingul)
        Krabbabók - Rói og Sanna (appilsingul)
2009 Krabbabók - Kalt blóð 1. Tey horvnu børnini (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 2. Hin svaki professarin (blá)
         Krabbabók - Pál fer til læknan (appilsingul)
         Krabbabók - Kalt blóð 3. Hin stóri dreygurin (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 4. Tú ert deyður, Teitur! (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 5. Rýmdur (blá)
2010 Krabbabók - Kalt blóð 6. Hitt triðja træið (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 7. Steðga bumbumanninum (blá)
         Krabbabók - Rói gandar (appilsingul)
         Krabbabók - Smakka maðkar væl? (appilsingul)
2011 Krabbabók - Hundurin hjá Sáru (reyð)
         Krabbabók - Kalt blóð 8. Føst í eldinum (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 9. Hypnosumorðið (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 10. Deyðin í sjónum (blá)
         Krabbabók - Pál dansar (appilsingul)
2012 Krabbabók - Andin bankar uppá (reyð)
         Krabbabók - Tey gandaðu dýrini (reyð)
2013 Krabbabók - Leivur og náttin (appilsingul)
         Krabbabók - Sjórænari (appilsingul)
         Krabbabók - Kavamaðurin (appilsingul)
         Krabbabók - Leikur (appilsingul)
2014 Krabbabók - Lús og loppur (appilsingul)
         Krabbabók - Sjeikurin hjá Sáru (reyð)
2015 Alvi fintar
         Alvi og Messi
         Alvi skorar
         Alvi móti Jákupi
         Fyrsti mussurin hjá Sáru
2016 Pál fær nýtt kamar
         Pál lærir fyrstuhjálp
         Teir óhugnaligu skortarnir
         Hin hvíta hondin
2018 Pál fær trampolin
         Pápi Pál gandar
2019 Títtur Pulsur - Bunkarin

 

Heiður:
1997 Skriverprisen

 

Heimasíða:

www.joernjensen.dk

 

Jørn Jensen

 

Føst í eldinum - 8

Føst í eldinum snýr seg um, tá ið ein l...

Føst í eldinum snýr seg um, tá ið ein løgin maður setur eld í hús fyri at drepa ella at bara hyggja at.

Hitt triðja træið - 6

Teitur trýstir seg inn ímóti trænum. Ha...

Teitur trýstir seg inn ímóti trænum. Hann sær, at maðurin grevur. Helst skal eitt træ setast niður, men hví er holið so s...

Steðga bumbumanninum - 7

Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í...

Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í røðini Kalt blóð.

Rói gandar

Rói gandar er triðja bókin í røðini u...

Rói gandar er triðja bókin í røðini um Róa.

Smakka maðkar væl?

Fuglar eta maðkar. Man Óla eisini dá...

Fuglar eta maðkar. Man Óla eisini dáma maðkar?

Pál fer til læknan

Ein stuttlig krabbabók um Pál og pápan

Ein stuttlig krabbabók um Pál og pápan

Tú ert deyður, Teitur! - 4

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? ...

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? So les bøkurnar í røðini Kalt blóð.

Rýmdur - 5

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? ...

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? So les bøkurnar í røðini Kalt blóð.

Gev mær posan, Rói

Lættlesibók í røðini Krabbabøkur Ból...

Lættlesibók í røðini Krabbabøkur Bólkur 2 - appilsingulur krabbi


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo