Jørn Jensen er danskur rithøvundur, føddur í 2. januar 1946 í Taastrup.
Hann hevur útbúgving sum gullsmiður og seinni sum lærari.
Hann er serliga kendur fyri at skriva frílesingarbøkur til fólkaskúlanæmingar.
Bøkurnar, ið hann hevur skrivað, eru fleri enn 300 í tali, og nógvar eru vorðnar klassikarar, t.d. bøkurnar um Pál og pápa hansara.
Hann hevur starvast sum rithøvundur burturav síðan 2002.
Jørn Jensen hevur bara skrivað bøkur til veikar lesarar. Um starv sítt sigur hann:

”Tær lættastu frílesingarbøkurnar eru eyðkendar av, at søgurnar eru stuttar, orðini eru stutt, setningarnir eru stuttir og settir í stuttar lesilinjur.
Børn skulu kunna lesa lættar frílesingarbøkur, uttan at ein vaksin hjálpir teimum.
Prentið skal vera lætt at lesa.
Søgurnar skulu myndprýðast, og teksturin má ikki fara inn yvir myndirnar og soleiðis gerast óklárur.
Hugtaksverðin skal hóska til aldurin á børnunum – og bøkurnar skulu vera stuttligar, spennandi ella áhugverdar, annars lesa børn tær ikki.
Hvørja ferð eg skrivi eina bók, geri eg av frammanundan aldur, lixtal og tekstmongd.
Lix verður brúkt at rokna út, hvussu lesiligir tekstir eru.
Lættastu bøkurnar, eg havi skrivað, hava lix, sum er minni enn 4. Tað hevur við sær, at setningarnir sum heild skulu hava færri enn 4 orð. Long orð mugu ikki brúkast – orð við meira enn 6 bókstavum.”

 

Útgávur:
2008 Krabbabók - Gev mær posan, Rói (appilsingul)
        Krabbabók - Pál ansar kettuni (appilsingul)
        Krabbabók - Rói og Sanna (appilsingul)
2009 Krabbabók - Kalt blóð 1. Tey horvnu børnini (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 2. Hin svaki professarin (blá)
         Krabbabók - Pál fer til læknan (appilsingul)
         Krabbabók - Kalt blóð 3. Hin stóri dreygurin (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 4. Tú ert deyður, Teitur! (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 5. Rýmdur (blá)
2010 Krabbabók - Kalt blóð 6. Hitt triðja træið (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 7. Steðga bumbumanninum (blá)
         Krabbabók - Rói gandar (appilsingul)
         Krabbabók - Smakka maðkar væl? (appilsingul)
2011 Krabbabók - Hundurin hjá Sáru (reyð)
         Krabbabók - Kalt blóð 8. Føst í eldinum (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 9. Hypnosumorðið (blá)
         Krabbabók - Kalt blóð 10. Deyðin í sjónum (blá)
         Krabbabók - Pál dansar (appilsingul)
2012 Krabbabók - Andin bankar uppá (reyð)
         Krabbabók - Tey gandaðu dýrini (reyð)
2013 Krabbabók - Leivur og náttin (appilsingul)
         Krabbabók - Sjórænari (appilsingul)
         Krabbabók - Kavamaðurin (appilsingul)
         Krabbabók - Leikur (appilsingul)
2014 Krabbabók - Lús og loppur (appilsingul)
         Krabbabók - Sjeikurin hjá Sáru (reyð)
2015 Alvi fintar
         Alvi og Messi
         Alvi skorar
         Alvi móti Jákupi
         Fyrsti mussurin hjá Sáru
2016 Pál fær nýtt kamar
         Pál lærir fyrstuhjálp
         Teir óhugnaligu skortarnir
         Hin hvíta hondin
2018 Pál fær trampolin
         Pápi Pál gandar
2019 Títtur Pulsur - Bunkarin
          Títtur Pulsur - Úlvarnir

 

Heiður:
1997 Skriverprisen

 

Heimasíða:

www.joernjensen.dk

 

Jørn Jensen

 

Alvi skorar

Reyður krabbi um Alva, sum dámr so væl ...

Reyður krabbi um Alva, sum dámr so væl fótbólt

Lús og loppur

Tað skriðar í høvdinum á Vár, og so má ...

Tað skriðar í høvdinum á Vár, og so má mamman fara at leita eftir lús.

Sjeikurin hjá Sáru

Sára bíðar eftir Hera. Tey skulu spæla ...

Sára bíðar eftir Hera. Tey skulu spæla bólt.

Leivur og náttin

Ein bók um leiv, sum er bangin fyri myr...

Ein bók um leiv, sum er bangin fyri myrkri

Sjórænari

Adam er ein kulur sjórænari

Adam er ein kulur sjórænari

Leikur

Hvat hevur Emil við í barnagarð? Inga o...

Hvat hevur Emil við í barnagarð? Inga og Búi gita og gita

Kavamaðurin

Ein krabbabók um at spæla í kavanum

Ein krabbabók um at spæla í kavanum

Hesturin hjá Sáru

Hesturin hjá Sáru er fitt søga um vinko...

Hesturin hjá Sáru er fitt søga um vinkonurnar Sáru og Minnu, sum dámar væl hestar.

Andin bankar uppá

Fríða trýr upp á andar, sum banka.

Fríða trýr upp á andar, sum banka.

Tey gandaðu dýrini

Ein svartur fuglur sveimar yvir teimum,...

Ein svartur fuglur sveimar yvir teimum, og Fríða og Bjørn eru ræðslusligin. Um nú hetta er heksin, sum kann ganda seg til eitt dýr?

Deyðin í sjónum - 10

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? ...

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? So les bøkurnar í røðini Kalt blóð. Deyðin í sjónum er hei...

Pál dansar

Pál dansar er krabbabók til annað torle...

Pál dansar er krabbabók til annað torleikastig.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo