Martin Widmark er svenskur rithøvundur og lærari.
Hann er føddur í 1962 og uppvaskin í Linkjøping og býr nú í Stokkhólmi.
Hann starvast fulla tíð á háskúla, har hann undirvísir innflytarum í svenskum.
Hann hevur eisini skrivað fitt av skúlabókum.
Bøkurnar um Lassa og Maiu eru sera væl umtóktar.
Tað er, sum eitt svenskt blað segði í einum ummæli: Nýbyrjaðir lesarar berjast við lesivandar sætta floks næmingar um at sleppa at lesa um hesar gátuloysararnar.
Tær eru lættar at lesa, men ikki lættar at loysa.

 

Útgávur:

2006 Gistingarhúsgátan
         Gimsteinagátan
         Sirkusgátan
2007 Kaffistovugátan
         Mumiugátan
2008 Biografgátan
         Tokgátan
2009 Blaðgátan
         Skúlagátan
2010 Gullgátan
2019 Í rósunnar miðju

 

Ummæli/umrøða:

Åse Kristine Tveit: Svak spenningsserie fra Sverige. www.barnebokkritikk.no/3.apr.2003
Lotta Olsson: Deckare - en jaha-upplevelse! Opsis Kalopsis 3/2007

 

Heiður:

2004. Onnur virðisløn fyri Mumiugátuna frá Bokjuryn í bólkinum 7-9 ár.

 

Heimasíða:

www.martinwidmark.se

 

Martin Widmark

 

Í rósunnar miðju

Ein spennandi blanding av skaldsøgu og ...

Ein spennandi blanding av skaldsøgu og teknisøgu.

Gullgátan

Tey bæði Lassi og Maia, ið reka detekti...

Tey bæði Lassi og Maia, ið reka detektivstovu, hava aftur fingið eitt mál at loysa - hesaferð snýr tað seg um gull

Blaðgátan

Nýggj krimisøga um Lassa og Maiu

Nýggj krimisøga um Lassa og Maiu

Biografgátan

Spennandi detektivsøga um hundar, ið ve...

Spennandi detektivsøga um hundar, ið verða stolnir í lítla býnum Válavík. Lassi og Maia loysa málið!

Tokgátan

Tokgátan er sjeynda bókin í røðini um d...

Tokgátan er sjeynda bókin í røðini um detektivstovuna hjá Lassa og Maiu.

Kaffistovugátan

Kaffistovugátan er fjórða bókin í raðnu...

Kaffistovugátan er fjórða bókin í raðnum um detektivarnar Lassa og Maiu. Í hesari skulu tey loysa málið um tjóvin, ...

Mumiugátan

Hvat er tað, sum hendir á fornminnasavn...

Hvat er tað, sum hendir á fornminnasavninum? Er tann 3000 ára gamla mumian livnað uppaftur? Tann ræðslusligni náttarvørðurin sigu...

Sirkusgátan

Triðja krimisøgan fyri børn er komin út...

Triðja krimisøgan fyri børn er komin út. Tað eru detektivarnir Lassi og Maia hjálpa løgregluni at loysa brotsmál. Hendan gongur f...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo