Plastruskið í sjónum

Ein havhestur sveimar yvir aldunum og leitar eftir føði í vatnskorpuni. Hann er skaptur til at klára storm og hvassan vind. Í dag er fongurin litríkur, bæði grønir og gulir bitar glíða beint niðurum. men tann vakri fuglurin veit ikki, at tað, hann júst hevur etið, als ikki er matur, men plastrusk.

Rithøvundur: Kirsti Blom/Geir Gabrielsen

Týðari: Guðrun Gaard/Jens Petur Gaard

Myndir: ymisk

Útgávuár: 2019

Upprunamál: norskt

Evni: dálking, plastrusk, sjógvur, fuglur

Síðutal: 58

Slag: innbundin

ISBN: 978-99972-0-483-7




Plastruskið í sjónum lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss.

Tá ið granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir upp á land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestinum og hinum sjófuglunum, og runt um í verðini hava nógv fólk longu funnið upp á smartar uppfinningar og loysnir fyri at fáa ruskð burtur.


Aftur