© Hillevi Nagel

 

Jessica Schiefauer er svenskur rithøvundur, fødd 20 august 1978 í Kungälv. Hon er umframt at vera rithøvundur útbúgvin fólkaskúlalærari við svenskum og enskum sum sergrein. Hon býr í Göteborg.
Fyrsta bók hennara OM du var jag, kom út í 2009, sama ár sum hon gjørdist lærari. Hon hevur tískil ongantíð arbeitt sum fólkaskúlalærari, men livir av inntøkunum av sínum bókum og við at hava skeið í máli.
Hon fekk Augustprísin fyri Dreingirnar við grundgevingini: Við hvøssum og avdúkandi gentueygum verður Dreingjalandið hertikið. Ein skaldsøga, sum strembar eftir at loysa mørkini fyri mál, menning og veruleika. Um kroppin sum vígvøll og manslyndi sum rúsevni. Bókin er eisini gjørd til film.

 

Útgáva:

2019 Dreingirnir

 

Heiður:

2011 Augustpriset fyri Dreingirnar
2013 Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri Dreingirnar

 

Umrøða:

Hanna Jedvik: Hallå Jessica Schiefauer. Göteborg-Posten 23. november 2011
Lina Kalmteg: Jessica Schiefauer: “Jag söker mig till gränsarna.” Svenska Dagbladet 28 februar 2016

 

Ummæli:

Kristina Sjögren: Jessica Schiefauer: Pojkarna. Swedish Book review
Anita Brask Rasmussen: Drengene siger befri dit liv til en ny generation. Information 7. november 2014

 

 

Jessica Schiefauer

 

Dreingirnir

Dreingirnir er ein lýsing sum eingin on...

Dreingirnir er ein lýsing sum eingin onnur av tannáringum. Hon sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í ei...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo