Eva Eriksson er svenskur myndprýðari og rithøvundur, fødd 13. mai 1949 í Halmstad.

Hon tók útbúgving sum teknilærari í Konstfack í Stockholm og sat í Svenska barnboksakademin frá 2003-12.

Eva Eriksson myndprýðir barnabøkur, og litirnir, hon brúkar, eru ofta bleikt grønir, brúnir, gulir og í hvítum frábrigdum.

Seinastu bøkurnar um gentuna Jónu hevur hon skrivað og myndprýtt saman við dóttrini Lisa Moroni.

 

Lisa Moroni er svenskur myndprýðari og rithøvundur, sum er fødd í 1983.

Tað var, tá ið hon gekk á barna- og ungdómsbókmentalinjuni á Fólkauniversitetinum í 2008, at hon av álvara fekk dirvi at skriva og geva út.

 

Útgávur:

2018 Jóna krógvar seg

Eva Eriksson/Lisa Moroni

 

Jóna krógvar seg

Jóna og mamman spæla krógva og blunda, ...

Jóna og mamman spæla krógva og blunda, men hvar hevur Jóna krógvað seg?


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo