Hungursbarnið

Tinka er ein foreldraleys, svong og einsamøll genta.

Cecil Bødker lýsir bóndalív og viðurskifti hjá fátækum fólki miðskeiðis í 1900-talinum sera hugtakandi og livandi.

Rithøvundur: Cecil Bødker

Týðari: Bjørg Matras Jensen

Myndir: Nille Leander (perma9

Útgávuár: 2016 (2005)

Upprunamál: danskt

Evni: hungur, fátækradømi

Síðutal: 162

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-453-7




Søgan um hungursbarnið er um níggju ára gomlu Tinku, sum er foreldraleys, svong og einsamøll.

Ein dagin finnur neytadrongurin Lárus hana og gevur henni mat og drekka. Hann fær hana við sær heim á garðin, har hann er í tænastu.

Húsmóðirin vil taka Tinku til sín, men húsbóndin vil senda hana á fátækraheim.

Sjálv er Tinka vill sum eitt djór og hevur ilt við at finna seg til rættis, og fyri aðru ferð í sínum stutta lívi, noyðist hon at stríðast fyri lívinum.


Aftur