Astrid Anna Emilia Lindgren f. Ericsson var fødd 14. novembur 1907 á garðinum Näs í Vimmerby í Smálandi í Svøríki.
Í 1926 flutti hon til Stockholm og lærdi seg maskinskriving og stenografi.
Í 1931 giftist hon við Sture og fær nýtt eftirnavn: Lindgren.
Astrid fortelur um gentuna Pippi Smokkulegg fyri dóttur sínari Karin, og tá ið Karin fyllir 10 ár í 1944 gevur Astrid henni søgur um Pippi í føðingardagsgávu og sendir samstundis avrit av handritinum til forlagið Bonnier. Við Margareta Strömstedt, sum hevur skrivað um Astrid Lindgren, sigur hon, at hon endaði brævið til forlagið við orðunum:

”I förhoppning att ni inte alarmerar barnvårdsnämden”

Sama ár vinnur hon aðru virðisløn í kapping hjá nýstovnaða forlagnum Rabén & Sjögren fyri ungdómssøguna: Britt-Mari lättar sitt hjärta.
Hon fer í holt við at umskriva handritið um Pippi og sendir Rabén & Sjögren tað til eina kapping um søgur til 6-10 ára gomul børn, og hon vinnur kappingina.
Síðan koma bøkurnar frá Astrid slag í slag og verða nógv fagnaðar.
Tá ið hon fekk týska heiðursløn í 1978, skrivaði hon taluna Aldrig Våld!. Tá ið fyriskipararnir høvdu lisið taluna, har hon samanber harðskap í heima við hús við harðskap framdan sum heild í heiminum, varð henni noktað at halda taluna. Astrid Lindgren segði, at um so var, fór hon ikki til heiðurlønarhandanina. Hon slapp at halda taluna, og árið eftir varð lóg viðtikin í svenska ríkdegnum, sum bannaði likamliga revsing av børnum.
Astrid Lindgren doyr 94 ára gomul í 2002 í heimi sínum í Stokkhólmi.
Ein altjóða barna- og ungdómsbókmentavirðisløn verður stovnsett til minnis um Astrid Lindgren.

 

Útgávur:

1978 Emil úr Lønnebergi
1981 Vætturin
1986 Børnini í Dundurdali
1987 Meira um børnini í Dundurdali
1988 Vit hava tað stuttligt í Dundurdali
1993 Pippi Langsokkur
1994 Jólafrí er gott hugskot
1995 Hygg Dikka, hygg, tað kavar!
         Pippi fer um borð
         Sparum ei, segði Emil úr Lønnibergi
1996 Emil í Lønnibergi
         Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd
1997 Dikka hjá okkum
         Lotta í Brakarastræti
         Kennir tú Pippi Langsokk?
         325. skálkabrøgd Emils
1998 Dikka og tey á Junifløtti
1999 Pippi í Suðurhøvum
2000 Pippi heldur føðingardag
2003 Mirabell
2005 Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni
2007 Søgur úr Dundurdali
2009 Emil og Ida í Lønnibergi
2010 Pippi finnur ein spunk
         Eingir ránsmenn eru í skóginum
2011 Hann sjálvur Emil
         Tá ið Emil skuldi taka tonnina hjá Linu
2013 Vætturin
2015 Pippi fer at keypa
2016 Børnini í Brakarastræti
2017 Revur og jólavættur
         Bókin um Pippi Langsokk
         Mio, mín Mio
2018 Kennir tú Pippi Langsokk?
         Brøðurnir Leyvuhjarta
         Ronja ránsmansdóttir

 

Umrøða/ummæli:

Margareta Strömstedt: Astrid Lindgren – en levnadsteckning. Rabén & Sjögren 1977
Birgir Kruse: Pippi á palli. Sosialurin 21. oktober 2000
Anna Maria Hagefors: Århundradets Astrid. 2002
Ann-Christine Snickars: Jag vill ha en mamma Och en pappa. Och en filosof. Nordisk Litteratur 2003
Adele Duus: Rabulist i store sko - komedie, modernisme og realisme i Pippi Langstrømpe. Høvuðsritgerð við Bergen Universitet 2004
Lotta Olsson: Jag hälsar eder, kära små rutiga barn! Opsis Kalopsis 1/mars 2008
Karin Nyman: My mother Astrid Lindgren, and the night  I named Pippi Longstocking. The Guardian 7. november 2016
Søren Fanø: Ræven og nissen. Bogbotten.dk 11.desember 2017
 

 

Heiður:

1945 Svenska Dagbladets Litteraturpris
1950 Nils Holgerson-plaketten
1956 Deutscher Jugendlitteraturpreis
1958 H.C.Andersen medaljen
1971 Svenska Akademiens stora guldmedalj
1978 Týska bókahandlara friðarprísin
1986 Stiftelsen Selma Lagerlöfs litteraturpris
1987 Tolstojmedaljan
1994 The Right Livlihood Award
1997 Mensapriset

 

Heimasíða:

www.astridlindgren.se

 

Astrid Lindgren

 

Kennir tú Pippi Langsokk?

Nú kemur klassiska søgan um Pippi Langs...

Nú kemur klassiska søgan um Pippi Langsokk út aftur í nýggjum líki.

Ronja Ránsmansdóttir

Forlagið Dropin gav bókina út á fyrsta ...

Forlagið Dropin gav bókina út á fyrsta sinni í 1984. Elin Súsanna Jacobsen týddi. Nú hevur Elin Súsanna endurskoða&...

Brøðurnir Leyvuhjarta

Forlagið Varðin gav bókina út í 1980 vi...

Forlagið Varðin gav bókina út í 1980 við týðing eftir Heðini Brú. Nú geva vit hana út í nýggjari...

Revur og jólavættur

Náttin er stjørnuklár, og Mikkjal revur...

Náttin er stjørnuklár, og Mikkjal revur smýgur sær fram til garðin, har menniskjuni búgva.

Bókin um Pippi Langsokk

Í bókini um Pippi Langsokk eru tey best...

Í bókini um Pippi Langsokk eru tey bestu av ævintýrunum um pippi, sum fyrr eru komin út í trimum bókum.

Mio, mín Mio

Hjartanemandi søgan um drongin, Mio, su...

Hjartanemandi søgan um drongin, Mio, sum hvørvur, og sum finnur pápa sín kongin aftur.

Børnini í Brakarastræti

Børnini í Brakarastræti er eitt klassis...

Børnini í Brakarastræti er eitt klassiskt ævintýr. Hetta er fyrstu ferð, tað verður givið út sum myndabók.

Pippi fer at keypa

Eingin dugir so væl at keypa sum Pippi ...

Eingin dugir so væl at keypa sum Pippi Langsokkur! Hetta er fyrstu ferð, at søgan um handilsferðina hjá Pippi kemur út sum myndabók.

Vætturin

Ein gomul jólasøga eftir Astrid Lindgre...

Ein gomul jólasøga eftir Astrid Lindgren í nýggjum hami

Hann sjálvur Emil

Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so ...

Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so illa meint, sum til dømis hina ferðina í skúlanum, tá ið hann mussaði l&ae...

Eingir ránsmenn eru í skóginum

Ein av klassisku søgunum hjá Astrid Lin...

Ein av klassisku søgunum hjá Astrid Lindgren um dukkuna Mimmi og drongin Pætur

Emil og Ida í Lønnibergi

Tríggjar søgur um Emil og Idu í Lønnibe...

Tríggjar søgur um Emil og Idu í Lønnibergi.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo