Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa.
Ingun búði eini 7-8 ár í Danmark, har hon tók útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum.
Hon hevur arbeitt innan ferðavinnuna, men hesi mongu seinastu árini hevur hon arbeitt sum korrespondentur, skrivari og týðari.
Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.
Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.
Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og hon hevur altíð lisið nógv. Tá ið tað kemur til barnabókmentir eru yndishøvundarnir m.a. Astrid Lindgren, H.C. Andersen, Brøðurnir Grimms, Thorbjørn Egner og Mark Twain.
Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.
Útgávur:
2010 Garðvættrarnir gera uppreistur
2013 Eiturkoppaprinsessan
Jóladunnan í Míni jólabók
2014 Rani - ein nýggj byrjan
Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm í Míni jólabók
2015 Rani - Vár og vónir
Sparijól í Míni jólabók
Skuggamyndir
2016 Skeggjasíði í Míni Jólabók
2017 Annika í Dímun
2017 Tuflurnar og silvurlittu skógvarnar í Míni jólabók
2018 Katrin í Toftum
Marin og Hjartavætturin
Eingin tíð í Míni Jólabók 2018
2019 Marin fær ein lítlabeiggja
Húsfrúgvin í Húsavík
Løgmansdóttirin á Steig
Mín jólabók
2020 Jólamðaurin og Klokkulina. Mín jólabók
Ummæli:
Vár í Ólavsstovu: Skuggamyndir. Skúlablaðið nr 1/2016
Sólfinn Hansen: Skuggamyndir. Varðin bd. 84, nr 2 2017
Rune Bengtsson: Skuggbilder - en anmälen. www.samfundet-sverige-faroerna.se 19. okt. 2018
Bo Bjelvehammer: Resans formler och innehåll. Magasin Opulens 22. februar 2019
Klára Anna Josefsdóttir Abrahamsen: Marin og hjartavætturin. Píka7, nr. 1, februar 2019
Umrøða:
Silja Aldudóttir: Annika í Dímun - ein sagnarkvinna sleppur til orðanna. Bókajól 2017. Sosialurin 15. november
Silja Aldudóttir: Annika í Dímun - ein sagnarkvinna sleppur til orðanna. Skúlablaðið 6/2017
Marin og hjartavætturin. Bókajól 2018
Samrøða við Ingun Christensen í KVF, 4. oktober 2019
Heimasíða:
Ingun Christensen
Mín jólabók 2020
Ein bók til alla familjuna. Ein kalenda...
Marin fær ein lítlabeiggja
Onnur bókin um gentuna, Marin, sum nú s...
Húsfrúgvin í Húsavík
Høvundurin hevur skrivað fangandi skald...
Løgmansdóttirin á Steig
Løgmansdóttirin, sum noyddist at krógva...
Marin og Hjartavætturin
Fyrsta bókin um Marina.
Mín Jólabók 2018
Aftur í ár ein nýggj jólabók við søgum ...
Annika í Dímun
Nýskrivað søga, sum byggir á kendu søgn...
Mín jólabók 2017
Mín jólabók er ein bók til alla familju...
Mín jólabók 2016
Nýggja jólabókin full av søgum og ítriv...
Mín jólabók 2015
Nýggja jólabókin á tremur av søgum, myn...
Skuggamyndir
Fyrsta stuttsøgusavn eftir Ingun Christ...
Rani - Vár og vónir
Framhald av Rana - ein nýggja byrjan, s...