1879-1956

Mikkjal á Ryggi var rithøvundur og starvaðist sum lærari.
Hann var føddur í Miðvági, gekk í realskúla í Havn og háskúla niðri. Hann starvaðist sum lærari í Bø og Gásadali í 25 ár.
Hann var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1924-28, og hóast hann ikki var læraralærdur, var hann í stjórn Føroya Lærarafelags 1927-34, eitt skifti sum formaður.
Í 1948 var Mikkjal gjørdur heiðurlimur í lærarafelagnum, vegna ta stóru virðing lærara høvdu fyri honum og starvi hansara.
Hann var giftur við Binu á Ryggi, tey búðu í Sørvági og átti ongi børn.
Mikkjal á Ryggi skrivaði longu í 1926 eina landalæru, síðan eina dýralæru og tað tá sera kendu og væl dámdu Fuglabókina í 1951.
Hann er eisini væl kent sálma- og sangskald, dugdi m. a.a væl at lýsa arbeiðslív.
Mikkjal doyði av tuberklasjúkuni og liggur grivin í kirkjugarðinum í Sørvági.

 

Útgávur:

1935 Álkan, Símun við sementinum, Gott er at vera gávumildur I-II, At býta og at bíta, Ljót gerð, Veðrur Palla I-II, Hávurin, Lunnurin, Illi Nils, Trøllkonufingur, Raskur drongur í Føroyskum aftursagnum
1935 Dýralæra
1962 Hin síðsta grágásin í Míni jólabók
1971 Klovin og glerpípan í Sig mær eina søgu
1994 Mikkjalsbók
2012 Barnasálmabókin

 

Ummæli/umrøða:

Skúlablaðið 10. hefti 1979
Mikkjalsbók 1994

 

 

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi

 

Vinmenn

Nýggj útgáva av Vinmonnum við nýggjum m...

Nýggj útgáva av Vinmonnum við nýggjum myndum eftir Edward Fuglø.

Barnasálmabókin

Sálmar, sum børnum dámar. Nýggj barn...

Sálmar, sum børnum dámar. Nýggj barnasálmabók við sálmum at syngja bæði heima, í kirkju og í sunnud...

Mikkjalsbók

Ritverk um skaldskap Mikkjals á Ryggi.

Ritverk um skaldskap Mikkjals á Ryggi.

Sig mær eina søgu I

Søgusavn við upprunaligum og týddum søg...

Søgusavn við upprunaligum og týddum søgum, sum hava staðið í Barnablaðnum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo