Mín jólabók 2014

Mín jólabók er ein kalendarabók til alla familjuna. Fittar søgur, yrkingar, tekningar og ítriv at stytta sær stundir í myrku, køldu tíðini upp undir jól.

Rithøvundur: Ymisk

Týðari:

Myndir: Ymisk

Útgávuár: 2014

Upprunamál: føroyskt

Evni: jól

Síðutal: 110

Slag: innbundin

ISBN: 978-99972-0-108-9




Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag upp undir jól: lesa, loysa uppgávur ella gera ítriv.

Adventssøguna Ódnartakið hevur Valdemar á Løgmansbø skrivað.

Her eru hugtakandi, syrgiligar og stuttligar søgur og nógvar flottar myndir.

Her eru spennandi søgur um jólaránsmenn, hvítar hendur, fremmandar konur og seyðatjóvar, men eisini søgur um vættrar, kongaríki, dukkur og einglar.

Stutt sagt: her er alt til tann kræsna lesaran.

 

Av misgáum manglar tekstur í søguni til 5. desember. Tað er søgan hjá Ingun Christensen: Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm.

 

Til ber at fáa rættu søguna her: 5.desember

 


Aftur