
Sonja Schneider f. Sørensen er rithøvundur. Hon er fødd í Klaksvík 21.september 1957. Flutti til Havnar í 1973. Tók læraraprógv í 1983, starvaðist nøkur ár sum lærari, men fór síðan niður at útbúgva seg sum psykoterapeut.
Hon hevur skrivað barna- og ungdómsbøkur, umframt arbeitt við sjónleiki.
Hon vann fyrstu virðisløn fyri ungdómsbókina Suphaya í ungdómsbókakapping, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í 1989.
Útgávur:
1989 Suphaya
1990 12 jólaleikir
1990 Jólatræið í Míni jólabók
1991 Í øðrum heimi
1992 Sóleygað horvið
1997 Leiðarljós
2006 Heystsuita (saman við Olavi Schneider)
2018 Stjørnuskotið í Míni Jólabók 2018
2019 Mín jólabók
Umrøða/ummæli:
Bjørg Matras: Suphaya. Skúlablaðið 3/1990
Turið Sigurðardóttir: Ung, álvarsom, á vegamóti. Brá nr. 15 1990
Gunnvá Zachariassen: Suphaya. Skúlablaðið 3/1990.
Turið Sigurðardóttir: Har veksur fagurt viðartræ. Brá nr. 18 1992
Ólavur í Beiti: Leiðarljós - aftur eitt fjart suð. Dimmalætting/Viðskerin 31.05.1997
Lydia Didriksen/Rógvi Nolsøe: Leiðarljós – ein ótrúliga spennandi bók. Føringurin 25. september 1997
Sissal Kampmann: Børn læra at skyna á góðum og óndum. Viðskerin 27. September 1997
Jógvan Isaksen: Í ævintýrheimi. Sosialurin 6. juni 1998
Heiður:
1989 1. Virðisløn fyri ungdómsskaldsøguna Suphaya. Norðulandahúsið í Føroyum
Sonja Schneider
Mín Jólabók 2018
Aftur í ár ein nýggj jólabók við søgum ...
Heystsuita
Forkunnug og sera snotulig fotobók. Hey...
Leiðarljós
Miriel og Arvil eru rýmd úr ræðuligu fa...
Sóleygað horvið
Bókin snýr seg um illstøðu og ólag, sum...
Í øðrum heimi
Hanni og Líða búgva í Rúnartúni. Men ei...
Suphaya
Solveig er 16 ára gomul og gongur í 10....