1936-2005

Maud Heinesen vaks upp í Klaksvík. Hevði hevði 3-málsligt korrospondentprógv frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og starvaðist sum lærari og skrivari, seinastu mongu árini, sum skrivari á Fróðskaparsetri Føroya.
Maud Heinesen giftist við Jens Paula Heinesen, rithøvunda úr Sandavági, og tey búði í Havn. Maud andaðist í 2005.
Hon var virkin rithøvundur og skrivaði eisini søgur í Mína jólabók.

 

Útgávur:

1963 Fyri jól, Marin í Míni jólabók
1970 Tarvadysturin hjá abba í Míni jólabók
1993 Abbi og eg
1994 Nógv ímillum lív í Míni jólabók
1996 Ein lítil søga um Sun-Mi í Míni jólabók
1997 Einsamøll í húsi í Míni jólabók
1998 Tá ið hevndin rakti okkara veg í Míni jólabók
1999 Okkara maður á ferð í Míni jólabók
2000 Í vøggustovu við Helenu
         Sherlock Holmes fer til verka í Míni jólabók
2001 Sherlock Holmes í andróðri í Míni jólabók
2002 Sherlock Holmes-klubbin fær vitjan úr Danmark í Míni jólabók
2003 Herverk í Míni jólabók
2004 Eg skal hava ein hund
2004 Likkulina og Likkudemus

 

Umrøða/ummæli:

Martin Næs. Abbi og eg i Hvør eigur flaggknappin? 1995
Turið Kjølbro: Nýggjar føroyskar bøkur til tey smæstu. Sosialurin, nr. 208, 28. oktober 2000
Maud Heinesen: Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Skúlablaðið 6/2001

 

Heiður:

Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2001.

 

Maud Heinesen

 

Eg skal hava ein hund

Helena ynskir sær so inniliga at fáa ei...

Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei.

Í vøggustovu við Helenu

Helena býr í Danmørk. Eitt summarið vit...

Helena býr í Danmørk. Eitt summarið vitjar omman hana og sleppur við henni í vøggustovu.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo