Nils Holgarsson

Nils Holgarsson og sjáldsama ferð hansara gjøgnum Svøríki eftir Selmu Lagerløf kom út á føroyskum í 1964. Læraraskúlanæmingar høvdu týtt, og Jóhan Kjeld hevði myndprýtt.

 

Av tí at eg vaks upp í Keypmannahavn í 70unum, vóru flestu barnabøkur mínar á donskum. Og fleiri teirra vóru rættiliga politiskt ókorrektar sæð við nútíðar eygum, eitt nú um strutsin Rasmus, um lítla svarta Sambo, um Pippi og um Páll, sum var púra einsamallur í heiminum.

Nógvar bøkur vóru sosialrealistiskar og viðgjørdu livikor og sosial viðurskifti hjá vanliga fólkinum, um neyð og elendigheit í 3. heiminum, um kríggj og frið og barnarættindi. Áhugavert at barnabókmentirnar soleiðis endurspegla samtíðina, og at hetta broytist við tíðarrákinum.

Mær dámdi altíð væl at hoyra ævintýr og hevði sjálv eitt serstakliga livandi hugflog. Serliga dámdi mær væl søgur um verur, sum vóru pinkalítlar og verjuleysar, sum í mongum stuttsøgum hjá Astrid Lindgren, í ævintýrinum um Pinkulisu eftir H.C. Andersen og í Bernhard og Bianca, sum flúgva á einum albatrossi. Eisini plagdi omma mín, Rigmor Restorff, ið var sum tikin úr leikum at fortelja søgur, at fortelja um eina lítla ommudidd, sum búði í plantasjuni. Eg veit ikki, hvat tað var, sum rúnarbant meg við hesum smáu verunum, kanska bara kenslan av at liva í einum øðrum heimi; sum at spæla við dukkuhús.

Ein hin besta bókin í bókarúgvuni var søgan um Niels Holgarsson og undurfullu ferð hansara gjøgnum Svøríki á bakinum á einari gás, sum Selma Lagerlöf (1858-1940) gav út í tveimum í 1906 og 1907.

Søgan snýr seg í stuttum um drongin Nils, sum býr á einum garði við foreldrunum. Hann er bæði dovin og átufrekur, og so argar hann djórini. Ein sunnudag, foreldrini eru farin í kirkju og Nils er einsamallur heima, kemur ein lítil vættur inn til Nils. Niels argar vætturin og verður afturfyri gandaður lítil sum ein tummil og skilir hartil djóramál. Í bókini fylgja vit nú ferð hansara gjøgnum alt Svøríki á bakinum á gomlu tomu gásini, sum hevur krøkt seg upp í eitt fylgi av villgásum.

Bókin viðgerð bæði órættvísi/rættvísi, óndskap/fyrigeving, vónloysi, longsul og einsemi, og so hetta Robinson Crusoe fyribrigdið, sum børn ofta eru drigin av: at vera púra einsamøll í verðini og at muga klára seg á egnum hondum.

Sjálv ferðaðist eg nógv í Svøríki sum barn og kendi meg aftur í landslagnum, málinum og mentanini. At flúgva út yvir dalar og fjøll var (og er) ein afturvendandi dreymur, og so hendan kenslan av at vera so pinkalítil sum ein dukka var ein fantastisk hugmynd.

Og so tað politiska, hesin banditturin, sum fekk at føla, hvussu tað kendist at vera so lítil og verjuleysur, sum var tikin til náði av gæsnum, og sum lærdi, at um hann skikkaði sær pent, so kundi hann verða gandaður til ein veruligan drong aftur. Tað hóvaði mær væl, tí so kundi hann læra at vera ordiligur við tey veiku (djórini).

Mamma og babba skiftust um at lesa fyri mær um kvøldarnar. Málið í bókini um Nils Holgarsson er gamalt og poetiskt, og har vóru bara nakrar fáar einfaldar strikumyndir. So eg sveimaði málsliga og ímyndaði mær skógarklædda landslagið, tær stóru víddirnar, áirnar og vøtnini og tær mongu hendingarnar í bókini.

Síðani havi eg funnið útav, at bókin um Nils Holgarsson var ein bílegging frá svenska lærarafelagnum, sum í 1902 heitti á Selmu Lagerlöf um at skriva eina søgu- og landalærubók til undirvísingarbrúk. Tí eru landslagslýsingarnar so livandi, og vit koma út í hvønn krók av landinum.



Aftur